Torshavn.fo:
"Góða Malan.
Tann 1. november í 1985 varð tú sett í starv her á Býarbókasavninum sum barnabókavørður. Tað merkir, at tú nú hevur arbeitt á bókasavninum í heili 40 ár. Býarbókasavnið sjálvt helt 55 ára føðingardag í fjør. Og so er skjótt at rokna út, at tú hevur verið við ein stóran part av tíðini, sum bókasavnið yvirhøvur hevur verið til! Øll hesi árini hevur tú vegleitt og givið vitan frá tær til børn, foreldur og stovnar og øll onnur, sum vitja bókasavnið.
Barnabókasavnið hevur havt stóran týdning fyri sera nógvar havnarborgarar. Og tað er ikki minst tær fyri at takka, Malan. Saman við Hanne Magnussen, barnabókavørði, hevur tú í nógv ár staðið á odda fyri at mynda og menna barnabókasavnið til tað, sum tað er í dag: Eitt spennandi og innbjóðandi barnabókasavn, har børn í øllum aldrum altíð hava verið vælkomin at nema sær íblástur, lesigleði og vitan. Barnabókasavnið hevur fingið meira nútímans karmar við nýggjum møblum, innrætting og umvælingum. Endamálið var at fáa betri umstøður til at styrkja lesihugin hjá børnum, og tú hevur verið sera virkin í hesi verkætlanini og havt tína ávirkan á, hvussu barnabókasavnið sær út í dag.
Nógv er broytt hesi árini, tú hevur verið á Býarbókasavninum. Serliga internetið hevur verið ein kollvelting, og bókasøvnini og tit, sum arbeiða har, hava verið noydd at tillaga seg, tí bókin fær harða kapping frá øllum tí, sum er á netinum. Men bókasavnið hevur nakað, sum internetið ikki hevur.
Cicero segði, at “eitt rúm uttan bøkur er sum ein kroppur uttan sál”. Bókasavnið hevur eina sterka sál, sum tú ikki finnur á netinum. Og hevði Cicero livað í dag, hevði hann neyvan sagt, at eitt rúm uttan eina teldu ella eina snildfon er sum ein kroppur uttan sál.
Sjálv ert tú eisini eitt sindur sum ein opin bók.
Sjálvt um tú nú hevur búð í Kardemummubýnum í Havn í nógv ár, so ert tú vágbingur, og tað merkist eisini, tí um okkurt er, sum skal sigast, so sigur tú tað beint út. Tú gongur upp í títt arbeiði við fullum huga og hevur verið álitisfólk á stovninum, eins og tú eisini hevur havt onnur álitisstørv, til dømis í Bókavarðafelagnum, og so hevur tú eisini í nógv ár verið skrivari í nevndini fyri barnamentanarvirðisløn Tórshavnar býráðs. Tey siga fyri mær, at tú hevur sterkar politiskar meiningar, og at tú eisini hevur áhuga fyri list og tónleiki, serliga kórtónleiki, og føroyskum dansi og hundum.
Og so siga tey eisini, at tú hevur eitt so øgiliga stórt lyklatyssi – men allíkavæl gongur tú altíð og leitar eftir tí ...
Góða Malan.
Tað skal eitt stórt lyklatyssi til, tá man í 40 ár hevur latið dyrnar upp fyri børnunum til eina nýggja verð við søgum og myndum og givið teimum upplivingar, sum bara kunnu finnast í bókunum, og sum mennir teirra hugflog og teirra sál.
Takk fyri tað og takk fyri tíni mongu og stóru tøk fyri Býarbókasavnið. Og hjartaliga til lukku við 40 ára starvsdegnum.
Takk fyri."
Fyri góða og trúgva tænastu handaði Elsa Berg henni gullheiðurstekin fyri at hava starvast hjá kommununi í 40 ár.











