Málið er EM endaspælið

Tað er boðskapurin úr Hondbóltssambandinum, sum hevur sett sær stór mál

Á tíðindafundi í dag bleiv greitt frá framtíðarætlanini við føroyskum landsliðshondbólti. HSF hevur sett sær sum mál miðvíðst menna ungdómslandsliðini, at hava A-landslið fyri menn og kvinnur um fimm ár, og røkka EM endaspælinum í framtíðini.

 

Hoyr samrøðuna við Kristan Johansen, formanni í HSF, við at trýst á pílin undir myndini

 

Víst verður millum annað á, at Løgtingið hevur sett pengar av á fíggjarlógini til hondbóltin, miðvísa arbeiði við ungum spælarum saman við Oliver Jensen heldur fram, góður árgangur er á veg, altjóða Hondbóltssambandið er sinnað at hjálpa til fíggjarliga og Hondbóltssambandið hevur økt um umsitingina.

 

Les eisini: U20 landsliðið úttikið

 

Alt hetta eru tekin um, at føroyskur hondbóltur er á veg fram. Krúnan á verkinum er ein luttøka í EM endaspælinum, sum verður víðkað til 24 lond. Dreymurin er eisini ein sokalla “multihøll”, sum kann húsa fleiri áskoðarum og lúka altjóða krøv.

 

Formaðurin í Hondbóltssambandinum, Kristian Johansen, ásannar at landsliðsarbeiði hevur verið í dvala í eina tíð, men nú verður byrjað av nýggjum.