Málið um habilitet var latið víðari til løgmann

Finn Norman Christensen var forstjóri í Tinganesi, tá kanningarnevndin skuldi setast, og møgulig evni at manna nevndini vóru viðgjørd. Norman Christensen váttar, at hann tosaði við skrivstovustjóran í løgmálaráðnum um habilitetsspurningurin og at hann upplýsingarnar víðari til løgmann

Finn Norman Christensen hevur fylgt væl við málinum um kannngarnevndina, nú tað er komið fram, at tað er so sum so við habilitetinum í nevndini.

- Eg kann vátta, at eg í tíðini sum forstjóri í Tinganesi, tosaði við Michael Lunn, skrivstovustjóra í løgmálaráðnum, í sambandi við stovnanini av kanningarnevndini.

- Tá tosaðu vit m.a. eisini um habilitetsspurningin, og eg gav upplýsingarnir víðari til løgmann, men eg kann ikki gera viðmerkingar til málið, sigur Finn Norman Christensen.


Løgmaður skal svara

Edmund Joensen og Norman Christensen tosaðu saman í gjár, og tá gjørdu teir eina avtalu, sum sigur, at bert løgmaður svarar hesum spurningum, sigur Norman Christensen í stuttari viðmerking við Sosialin.

Jes Lunde, formaður í politisku búskaparnevndini í Fólkatinginum, var í samráð við Frank Jensen, løgmálaráðharra mikudagin.

Hann sigur við Sosialin um úrslitið av samráðnum, at meirluti í nevndini samdust um at senda løgmálráðnum og donsku stjórnini skriv, har harðliga verður funnist at handfaringini av málinum um kanningarnevndina.

- Tað kom, sum soleiðis, einki nýtt fram í samráðnum, men vit gjørdu vart við, hvussu skaðiligt tað er fyri arbeiðið og seinni úrslitið hjá kanningarnevndnii, at ivi varð sáddur um habilitetin í nevndini, sigur Jes Lunde.

Jes Lunde sigur, at habiliteturin hjá bæði Jørgen Grønborg og Michael Rekling vóru umrøddir í samráðnum við løgmálaráðharran.


Hildið málið loyniligt

Formaðurin í politisku búskaparnevndini heldur, at tað er átaluvert, at bæði skrivarin og formaðurin í kanningarnevndini hava havt fleiri mál fyri Den Danske Bank, meðan nevndin hevur arbeitt,. Tað er álvarsligt, at hesi viðurskifti hava verið hildin loynilig.

Tað var eisini frammi í samráðnum, hvørt Michael Lunn, skrivstovustjóri í løgmálaráðnum, hevði framt embætisbrot í samband við setanina av kanningarnevndini, men hesum vísti Frank Jensen aftur. Hann helt ikki, at málið var so álvarsligt, at tænastumannakanning var neyðug.

- Mikudagin komandi verður fundur aftur í politisku búskaparnevndini, og tá fer nevndin at skriva stjórnini bræv, sum í innihaldi er at meta sum ein ?nøs³. Meir hendir ikki í málinum, heldur Jes Lunde.

- Av tí at firningarfreistin er longu í mars mánað, ber ikki til at steðga arbeiðinum nú. Vit mugu bara bíða eftir frágreiðingini frá kanningarnevndini, sigur Jes Lunde.