Málið um óljóð frá skipum verður nú loyst

Vit skulu øll vera her. Tað skal bera til at arbeiða á havnaløgunum, og tað skal eisini bera til at liva og sova í friði heima hjá sær sjálvum. Vit fara ongantíð at fáa ljóðleysar havnir, men vit mugu gera alt hvat vit kunnu, fyri at ljóðið verður so avmarkað, at tað ikki er til ampa fyri fólk í grannalagnum.

 

Málið um óljóð frá skipum hevur staðið við í alt ov langa tíð, og nú verður ein loysn setast í verk. Eg havi í longri tíð arbeitt við málinum, og í tí sambandinum hevur ein kunngerð verið til hoyringar, har málið er, at frá 1. juli skulu nýggj markvirði fyri lágfrekventa óljóðið frá skipum vera galdandi.

 

Føroya kommunufelag hevur víst á viðurskifti í kunngerðini, sum kunnu vera avbjóðandi fyri kommunurnar, og í tí sambandinum hava vit tosað saman um málið. Eg havi tó sagt við felagið, at hóast vit samskifta um ymisk viðurskifti, so vil eg halda fast við, at ein haldgóð loysn skal finnast nú. Tað hevur felagið tikið undir við.

 

Vit arbeiða tí saman við eini loysn sum frá 1. juli fer at avmarka óljóðið frá havnunum.helgi                                                                                         

 

Helgi Abrahamsen

landsstýrismaður