TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við KÍF-kempuna Andrias Nielsen, sum fekk rós frá mótstøðumanninum, Heina Hanusarsyni, at hann var, sum tveir á vøllinum, tá KÌF vann 31-28 (15-14) á VÍF fyrr í kvøld.
Andrias stórfegnast um ein søtan sigur, har hann og liðfelagarnir í KÍF fingu eitt slag av hevnd fyri, at VÍF hevur loftað Nicklas Selvig, og fingið hann norður til Vestmanna at spæla fyri VÍF. Andrias staðfestir eisini, at talan var um eina týðandi uppgerð, har neyðugt var at halda fast við annað plássið í FTZ deildini, sum gevur rætt til at taka lut í FM finalunum.
Andrias viðgongur, at ein av teimum komandi avbjóðingunum verður ikki at eta ov nógv á jólum, men heldur halda venjingina viðlíka.
Støðan í FTZ deildini =