Málleyst í hálvleikinum

Føroyar hava staðið seg væl, men Ísland hevur havt størsta kjansin

Føroyar og Ísland spæla í kvøld venjingardyst í mansfótbólti á Tórsvølli. Nú hálvleikur er, er støðan 0-0.

 

Føroyar byrjaðu dystin sera væl, og serliga fyrsta korterið var gott, sæð við føroyskum eygum. Í løtum hevur føroyska spælið verið gott, men stóru kjansirnir mangla, hóast onkrar royndir hava verið móti íslendska málinum.

 

Ísland kom so líðandi fyri seg, og Ísland hevur havt størsta kjansin í dystinum, men teir misnýttu í góðar støðu mitt fyri málið.

 

Nú spælararnir eru farnir at hvíla seg, kann javnleikur roknast sum rættvíst úrslit, og í løtuni tykist púra opið, hvat úrslitið kann verða.

 

##ms##

 

Føroyar: Teitur Matras Gestsson – Gilli Rólantsson, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Jákup B. Andreassen, Brandur H. Olsen, Meinhard E. Olsen – Jóan Símun Edmundsson