Liverpool-fjepparar kunu fegnast um, at teirra felag heldur jól á fremsta plássinum í Premier League.
Arsenal hevur annars verið oddalið størsta partin av árinum, men teir megnaðu ongan tíð at niðurbróta eitt væl skipað Chelsea, sum púrasta greitt hevði sum endamál at verja málleysa javnleikin.
Seinasta partin av dystinum var Arsenal nær við einar tvær ferðir, men tað gjørdist ikki meira enn næstan, og so kundu áskoðararnir hjá heimaliðnum syngja um boring-boring Chelsea.
Javnleikurin ber við sær, at Arsenal hevur 36 stig, og tað er tað sama, sum Liverpool hevur. Manchester City hevr 35 stig, meðan Chelsea og Everton hava 34 stig.