Tað er ikki á hvørjum degi, at eitt føroykst lið fær høvið at royna seg móti einum liðið, sum hevur verið í eini Champions League finalu. Teir ljósabálu úr Skåne høvdu sítt besta tíðarskeið í 70’inum. Teir megnaðu í 1979 at koma í finaluna í European Champions Cup, sum tá var heitið á tí sum vit í dag kenna sum Champions League. Á veg til finaluna vinna teir tá á franska Monaco, ukreinska Dynamo Kyiv, pólska Wisla Krakow og í hálvfinaluni móti eysturríska Austria Wien. Í finaluni taptu teir fyri Nottingham Forest við máli, sum Trevor Francis skorar.
Søguríkt Malmø FF
Teir hava vunnið svenska meistaraheitið 16 ferðir og steypakappingina 14 ferðir. Stutt eftir 2. Heimsbardaga byrjar at ganga væl hjá felagnum. Teir vinna fleiri meistaraheiti. Í 1965 verður Antonio Durán settur sum venjarin. Undir leiðslu av spaniólanum gongur Malmø FF síni bestu tíð á møti. Liðið verður svenskur meistari í sjey ferðir upp á tólv ár.
Í 1990’inum gongur illa og liðið vinnur einki. Tað endar við at teir í 1999 flyta niður. Men í nýggju øldini gongur væl betri. Við einum ungum Zlatan Ibrahimovic á liðnum flytur liðið upp aftur. Undir nýggjari leiðslu kemur felagið fyri seg og vinnur svenska meistaraheitið í 2004 og aftur í 2010.
Nýggjan leikvøll
Malmø fekk í 2009 nýggjan leikvøll, ið hevur pláss fyri yvir 21.000 áskoðarum til Champions League dystir. Malmø verður somuleiðis mett at verða ríkasta felagið í Svøríki. Í 2001 seldur Malmø Zlatan Ibrahimovic til Ajax fyri góðar 70 milliónir krónur. Tað er tann dag í dag, tað mesta eitt svenskt felag hevur fingið fyri ein leikara.
Torfør uppgáva
HB hevur fyrr fingið javnleik í Svøríki. Tað var móti Elfsborg fyri nøkrum árum síðani. Men sannleikin handan tann javnleikin er, at Elfsborg vann fyrra dystin greitt 4-0 í Gundadali. Gongdin hjá HB hevur eisini verið óvanliga vánalig í ár, so tað er ilt at ímynda sær at HB skal fáa nakað við heim úr Svøríki. Hinvegin, so er Sigfríður Clementsen einasti venjarin í heiminum, sum hevur megnað at spælt seg víðari í evropskum fótbólti við einum føroyskum liðið.
Malmø FF:
Meistaraheiti: 1943-44, 1948-49, 1949-50, 1950-51, 1952-53, 1965, 1967, 1970, 1971, 1974, 1975, 1977, 1986, 1988, 2004 og 2010
Steypakappingar: 1944, 1946, 1947, 1951, 1953, 1967, 1972-73, 1973-74, 1974-75, 1977-78, 1979-80, 1983-84, 1985-86, 1988-89
Leikvøllur: Swedbank Stadium (21.000 sitipláss)
Venjari: Rikard Norling