Málningur eftir Margretu drotning á uppboðsølu

Málningurin, ið Drotning Margrethe II hevur málað, fer undir hamaran fyrst í mars. Listaverkið er virðismett til 75-100.000 kr.

Ein málningur eftir Margretu drotning II kemur á uppboðsølu í Danmark um fáar vikur. Tað er kenda uppboðsøluhúsið, Bruun Rasmussen Kunstauktioner, sum stendur fyri søluni, og listaverkið er virðismett til 75-100.000 kr. Drotningin hevur áður í fleiri førum sýnt fram á listaframsýningum bæði í Danmark og uttanlands, men tað er ómetaliga sjáldan, at møguleiki er fyri at ogna sær listaverk eftir drotningini.

 

Júst hesin málningurin er málaður í 1988 og varð persónliga handaður táverandi hirðstjóranum, Hans Sølvhøj (1919-1989) í gávu frá drotningini. Eftir hetta hevur hann verið í varðveitslu hjá familju hansara, sum nú hevur gjørt av at selja hann.

 

Málningurin er málaður sama ár, sum drotningin byrjaði at sýna fram alment, har hon síðan hevur ómetaliga nógvar framsýningar á baki. Men verk hennara hava verið sera sjáldan sett til sølu, og tí eru tað fáir málningar, sum eru í privatari ogn. Teir, sum verða settir til sølu, stava í flestu førum beinleiðis frá persónum, ið hava havt tætt samband við drotningina.