Malsom byrjaði væl

Malsom, sum í farnu viku skifti úr B36, átti næstseinasta fótin á bóltinum undan málinum til 2-0. Framherjin var útskiftur miðskeiðis í seinna hálvleiki.

Við sigrinum lyfti Þróttur seg av aftasta plássinum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. Felagið er nú nummar 11 við einum stigi frá bjarginini.