Maltesiskt lið á markinum at basa Premier League-liði

Birkirkara frá Malta var ógvuliga nær við at skapa eina risa stóra sensasjón í gjárkvøldi

Í gjár blivu seinnu dystirnir í øðrum undanumfari í Europa League spældir.

 

Tann eini dysturin var ímillum Birkirkara úr Malta og enska West Ham úr Premier League. Undan seinna dystinum í gjárkvøldi, sum varð leiktur á Malta, hevði West Ham ognað sær eina tepra 1-0 leiðslu í fyrra dystinum. Tó so, so vóru bretarnir framvegis stórfavorittar undan seinna dystinum.

 

Men tað gekk als ikki eftir vild hjá West Ham. Longu aftaná eitt korter legði Birkirkara seg framum, og so var javnleikur í samlaða roknskapinum. Harafturat fekk James Tomkins hjá West Ham reytt kort í endanum av seinna hálvleiki, og tískil sá hurðin hjá Birkirkara til triða undanumfar meira víðopin út enn nakrantíð áður. 

 

Men at enda vóru tað tó favorittarnir, ið sigraðu. Støðan, 1-0, helt sær til bæði 90 og 120 minuttir vóru spældir, og so var neyðugt við brotssparkskapping. Hana vann West Ham 5-3, og tískil eru Premier League-leikararnir klárir til komandi undanumfar.

 

Til stuttleikar kann nevnast, at í 2006 spældi B36 ímóti Birkirkara í fyrsta undanumfari til Champions League. Ta ferðina vann B36 0-3 á útivølli ímóti maltesunum. Heimadysturin hjá B36 endaði 2-2, og tískil vann B36 samlað 5-2 ímóti Birkirkara hetta árið.