Maltesiskur dómari dømir Føroyar-Andorra

Tað verður ein dómari úr lítlari tjóð, sum dømir uppgerðina millum pinkutjóðirnar, Føroyar og Andorra

 

 

37 ára gamli Alan Mario Sant úr Malta skal døma HM-undankappingardystin millum Føroyar og Andorra. Tað verður sostatt ein dómari úr einari lítlari tjóð, sum skal døma HM-undankappingardystin millum pinkutjóðirnar, Føroyar og Andorra, sum verður á Tórsvølli, sunnudagin klokkan 17. Roberto Vella og Jurgen Spetiri verða hjálpardómarar

 

Alan Mario Sant hevur nakað av altjóða royndum, men hann hevur ikki áður doymt ein HM- ella EM-undankappingardyst fyri A-landslið.

 

Alan Mario Sant hevur dømt undankappingardystir í Champions League og í Europa League, men hevur ikki dømt dystir í bólkaspælinum í Champions League og í Europa League. 

 

Altjóða royndirnar hjá Alan Mario Sant eru hesar: 

 

Venjingardystir A-landsliðDystirGul kortGul/ReyðReyð kort
201622--
201513--
201413--
U21 venjingardystirDystir
201212--
12--
U21 EURO undankappingardystirDystir
2015/201615--
2013/201415--
2011/201226--
U19 EURO undankappingardystirDystir
2015/2016210--
2014/201529--
419--
U17 EURO - endaspælDystir
2015 Bulgaria341-
2012 Slowenien210--
5141-
U17 EURO undankappingardystirDystir
2016/201724--
24--
Champions League undankappingardystirDystir
2017/201815--
2015/201614--
2013/201414--
2012/201314--
2010/201115--
522--
Europa League undankappingardystirDystir
2017/201813--
2016/201717-1
2014/201513--
2011/201214--
417-1
Premier Division (Írland)Dystir
201513--
13--
Virsliga (Lettland)Dystir
201414--
14--
UEFA Youth LeagueDystir
2016/201713--
2015/201612--
2014/201525-1
2013/201412--
512-1