Fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin helt niðurlendski málmansvenjarin, Maarten Arts venjingarskeið fyri føroyskum málmonnum, sum spæla í teimum fremstu deildunum.
Meinhardt Joensen, fyrireikari heldur, at føroysku málverjarnir fingu nógv burturúr, hóast teir vóru noyddir at flyta skeiðið innandura í KÍ-høllini leygardagin, vegna tey ringu veðurlíkindini.
Meinhardt heldur ikki, at tað darvaði tann professionela Maarten Arts, sum helt eitt høgt støðið allar tríggjar dagarnar, og fekk serliga lagt føroysku málverjunum lag á í tí offensiva spælinum.
Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra eina samrøðu við Meinhardt Joensen, um málmansvenjingarskeiðið hjá Maarten Arts.