Malvina á Dunga 80 ár

Fríggjadagin 20. juli 2012 eru áttati ár liðin, síðan mamma mín Malvina á Dunga var borðin í heim í Hvalba.

Mamma er dóttir Jákup Poulsen, eisini kallaður Jákup á Skalla í Hvalba og Annu Bjarnadóttir úr Havn. Omma og abbi fingu 6 børn; Gudmund, Tordis, Poul, Malvinu, Torleif og Torkil.

Á Skallanum í Hvalba, vuksu mamma og systkin hennara upp í einum góðum og tryggum heimið. Hon gekk í skúla og annars hjálpti hon til við øllum tí húsliga. Vanligt var tá í tíðini at hava húsdjór, og so var eisini hjá teimum. Kúgvin skuldi mjólkast og seyður, hønur, dunnur passast, eins og tað bleiv velt eplir og hoyggja á hvørjum árið.

Sum 15 ára gomul fer mamma til Havnar at arbeiða í húsplássið. Seinni arbeiddi hon í handlinum hjá Heinesen, hjá Aage Dahl og í handlinum hjá Ólavi Lamba og síðan arbeiddi hon í tólv ár hjá Poul Hansen, heilsølu. Familjan átti eini hús á Doktaragrund úti á Reyni, og har búði hon, saman við systir sínari Tordis.

Hon íðkaði hondbolt við Neistanum og tær vunnu mong meistarheitir við mammu sum málverja. Tær sum tá myndaðu Neistaliðið síðst í 50-inum saman við mammu, vóru; Malan Joensen, Martha Hansen, Herborg Davidsen, Hilda Lambá, Turið Horn, Oluffa Bjørgvin, Gunhild Hentze og venjari var Alfred Dahl, eisini kallaður Beiggin. Mamma og Sára Skylv Hansen, vóru sera væl og stuðlaði hvørjari aðrari nógv hesi árini í Neistanum. Sára var á mangan hátt ein fyrimynd fyri Neistan, hon var stór og sterk og ein framúrskarandi hondbóltsleikari, men var eitt sindur eldri og var tí ikki við á hesum liðnum.

Í 1950 var Neistin í Noreg á minniligari ferð. Her fekk mamma hugskotið, at keypa Neistanum sítt egna flagg. Flaggið veitraði fyri Neistan á fyrsta sinni í 1952, og hon bær ta sjálv á Ólavsøku øll árini hon spældi við Neistanum.

Mamma gavst at spæla hondbólt á høgum støði í 1961, men tvær ferðir seinni kom hon tó at standa í neistamálinum. Einaferð varð skipað fyri oldgirlsdysti millum Neistan og Kyndil, og eisini tá ið Gundadalshøllin varð tikin í nýtslu í 1984, spældu tær ein sokallaðan uppvísningardyst ímóti Kyndli.

Um somu tíð, tá ið mamma flutti til Hanvar at búgva, møtti hon babba, Niclas Johan Mikkelsen. Tey giftust í 1955, og fingu sær eftirnavnið á Dunga, og bygdu sær hús á Dalavegnum. Eftir hetta fingu tey bæði 4 børn. Tá ið næsta barnið kom, vældi mamma at arbeiða heima. Vit eru 4 systrar. Anna fødd í 1955, Bryndis fødd í 1961, Unnur fødd í 1963 og Káru fødd í 1967.

Tey bæði góðu okkum ein góðan og tryggan uppvøkstur. Mamma helt hús, og var um okkum allan dagin, meðan babba arbeiddi sum leiðari á Lýkningardeildini hjá Tórshavnar kommunu. Hann var eisini politiskt akktivur og loysingarmaður, og bleiv vældur inn fyri Tjóveldið í Býráðið frá 1965- 1968, og virkaði í hesu setuni eisini sum varaborgarstjóri.

Tey høvdu eina stóra trøð við Dalavegin, sum skuldi røkjast. Her hvødu vit børn nógvar ríkar løtur saman við okkara foreldrum. Vit vóru settar til ymiskar uppgávur, alt eftir førimuni. Tað bleiv hoyggjað, velt eplir, taðað og brent deyðagras á hvørjum árið. Herumframt høvdu vit seyð, gæs og hønur.

Mamma hevði úr at gera bæði inni og úti hvønn tann einasta dag, hon dugdi væl at hugna um heimið, okkum og ikki minst um babba. Nú eg siti og skrivi, renna minnini framm fyri mær, hvussu stóran týðning tað hevði at hon var heima, tá ið vit komu heim eftir skúla. Tá var millimálið á borðinum og vit fingu nýbakað franskbreyð við røregg, pannukøkur, ella okkurt heilt annað. Løtan var okkara, og her fingu vit loyvið at tosa, meðan hon lurtaði.

Hon er fødd við góðum bindigávum, og dugir sera væl at binda. Hon bandt troyggir, sokkar, vøttir, húgvir á okkum og á onnur. Eg havi ikki tal á hvussu nógvar troyggjur hon hevur bundið til tann føroyska búnan, men tær eru heilt nógvar. Hon er sera væl gjørd og væl úr hondum greidd.

Vit vuksu til og tí fór mamma út at arbeiða miðskeiðis í 70-inum saman við beiggja sínum Gudmundi. Tey laðaðu grótgarðar saman. Hetta arbeiði dámdi mammu væl, sjálvt um hetta ikki var vanligt konufólkaarbeiði. Tey laðaðu garðar og steinsettu tún. Millum annað laðaðu tey við- og rundanum Norðurlandahúsið, SMS, Lágagarð og springvatnið á Káta horninum. Aftur her kom hennar fína handalag til sjóndar. Hon gavst at laða fyri 15 árum síðani.

Livið hevur ikki altið verði so lætt fyri mammu. Babba gjørdist sjúkur, bert 49 ára gamal, og andaðist longu 61 ára gamal. Sum 54 ára gomul einkja, hevði hon nógv góð ár fyri framman. Eingin ivi í, at sorgin var stór hjá henni og hjá okkum. Vit systrar vóru tí betur komnar so væl áleiðis við bæði skúla og útbúgving, so tað skuldi mamma so ikki hugsa um.

Hennara lívsgleði, og lætta lyndi, gjørdi at hon kom ígjøgnum sorgina, og uml. tvey ár aftaná møtti hon lívsvini sínum, og abba at okkara børnum, Jógvani Róin, yvirlækna, sum eisini var vorðin einkjumaður í ungum aldri. Hann ferðaðist nógv við sínum arbeiði, og soleiðis upplivdi tey bæði verðina, og fingu nógv góð ár saman, eins og løturnar saman í summarhúsinum í Horne, og í dag á Dungagøtu eru ríkar.

Á lívsleið síni hevur mamma tikið manga avbjóðing, og fyri okkum er hon ikki bara mamma, men í so mongum lutum er hon ein fyrimynd. Hon hevur megnað at leggja okkum gott í beinið og at savna okkum sum familju. Vit gleða okkum hvørja ferð, hon bjóðar okkum til døgurða, tað eru løtur, sum eru so ríkar, at orð valla kunnu lýsa virðið.

Mamma eigur tólv ommudøtur, ein langommu son, sum er uppkallaður eftir langabbanum Niclasi á Dunga og eina spildurnýggja langommudóttur.

Eg vil við hesum ynskja mammu míni so inniliga og hjartaliga tillukku við áttati ára degnum, við ynski um at vit sleppa at hava teg í millum okkum í nógv ár afturat.

Dagurin verður hildin saman við teimum nærmastu.
----------
Dóttir tín Bryndis