Í nýggju bók sínari ?Through the Storm? skrivar mamma Britney Spears eina langa frágreiðing um, hví dótturin eftir hennara tykki breyt saman. Henda frágreiðingin er nakað øðrvísi, enn tann, man vanliga hevur hoyrt um barndómin hjá stjørnuni.
M.a. sigur mamman frá, at Britney byrjaði at drekka, tá ið hon var 13, var í song saman við einum dreingi fyri fyrstu ferð, tá ið hon var 14 og hevur nýtt rúsevni, síðan hon var 15.
Í bókini skrivar Lynne Spears, at hon í dag eisini sjálv angrar nógv í samband við uppalingina hjá Britney. Hon er serliga kedd um, at hon hevur latið karrieruna hjá Britney verða stýrda av maneger?ari hennara og at Britney varð gjørd um til eitt sexobjekt í fyrsta videolagnum ?Baby One More Time?, tá ið hon bert var 17 ára gomul.
Eftir at Britney og Kevin Federline í 2006 fóru frá hvørjum øðrum, hevur forholdið millum Lynne og Britney verið rættiliga ringt og man kann í hesum sambandi spyrja seg sjálvan, um Lynne við hesum orðum hevur roynt at betra um hetta forholdið millum tær báðar ella møguliga bert hevur viljað vunnið pengar til sín sjálvs?