Tað má vera ársins celebrity brúdleyp í Føroyum í ár. Akademiska flogvitið Esmar Eysturoy skal á páskum giftast við unnustuni Guðrun, og tað skal gerast í fullsettari ítróttarhøll á Hálsi í Havn.
Men hóast Esmar Eysturoy viðurkennir, at tað kriplar eitt sindur í búkinum, nú hann skal giftast við langtíðar unnustu sínari, so er eingin sum mamman.
- Eg vil siga, at mamma á mangan hátt er betur enn Guðrun. Til dømis tá vit eta fisk. Tá koyrir mamma skalið av fiskinum fyri meg, og hon veit, at mær dámar betur halan enn bringuna. Men tá Guðrun ger fisk, so fái eg bara alt, sigur Esmar Eysturoy.
- Men kanska Guðrun kann læra tað við tíðini, sigur hann.
Hugnar sær ófært
Esmar Eysturoy hevur veruliga notið seinastu dagarnar, áðrenn hann av álvara verður knýttur saman við Guðrun. Hann sigur seg hava hugnað sær saman við nógvum konufólki seinastu vikurnar, og bara hesa seinastu vikuna hevur hann verið í hóslag við fimm damur.
- Tað er spurningurin, um brúdleypið ikki skuldi verið útsett ein mánað, so eg kundi hugna mær eitt sindur afturat, sigur Esmar Eysturoy.
Men Guðrun veit, at Esmar er ein reypari, og hon tekur hann ikki altíð fyri fult.
- Eg stóli upp á Esmar, og eg veit, at alt passar ikki, sum hann sigur.
Brúdleypið hjá Esmari og Guðrun verður á stóra showinum hjá Pipari & Salt, sum verður hildið í Havn annað páskakvøld.