Mamma, hvat er tað at vera pappitist?

 Bert einaferð í lívinum havi eg kent meg hongdan alment tí eg var »øðrvísi«. Tað var av Annitu á Fríðriksmørk, tá hon østi seg inn á Bill Justinussen, tí hann hevði valt meg og onnur í vísindasiðsemisnevndina, skrivar Dánial á Dul Jacobsen

Dánial á Dul Jacobsen, fyristøðumaður

Eftir kjakið í SvF týskvøldið rann mær í huga, tá eg sum 5-6 ára gamal, ørkymlaður kom heim og spurdi mammu mína: »Mamma, hvat er tað at vera pappitist?«
»Hví spyrt tú um tað góði?«
»Maria bleiv ill og sigur, at eg sleppi ikki at spæla saman við henni og hinum børnnum, tí eg er pappitist«.
Mamma fortaldi mær so um munin millum tey, sum gingu í Ebenezer og á teimum, sum gingu í kirkju. Seinni fortaldi hon mær eisini um langommu, Agnas hjá Jógvan á Dul, sum varð koyrd frá sum lærari, tí hon var blivin pappitist og doypt umaftur. Upp í gjøgnum barna- og skúlaárini bleivst tú av og á mintur á, at tú vart øðrvísi enn onnur. Tó, ikki nakar stórvegis trupulleiki og um nakað, so menti hetta meg. Lærdi tíðliga at verja mínar egnu meiningar og ikki vera fullkomiliga bundin at meiningunum hjá øðrum.
Bert einaferð í lívinum havi eg kent meg hongdan alment út vegna »munin«, og tað var av Annitu á Fríðriksmørk. Hetta var tá hon, saman við øðrum, østi seg inn á Bill Justinussen, tí hann hevði valt meg og onnur í vísindasiðsemisnevndina. Hetta hóvaði, vegna henda sama mun, ikki henni.
Í viðmerkingunum til »Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini...« varð sagt at:
»Uppskotsstillararnir eru fult greiðir yvir, at ein hvørki kann lóggeva ella revsa mannamun og happing úr føroyska samfelagnum.«
Hetta haldi eg, at Annita sjálv er besta dømi um.
[email protected]