Mamma liggur í einsemi á Boðanesheiminum

- Hon hevur altíð gingið høgt uppí seg sjálva og gerandisdagin. Og hon kendi tað ógvuliga niðrandi, at hon varð biðin um at nýta blæuna, heldur enn at sleppa á vesið, sigur Katrin í Gongini um mammuna Emmu, sum býr á Boðanesheiminum.

Í Vikuskiftis Sosialinum í dag verður ljós varpað á lívið hjá okkara eldri, sum búleikast á ellisheimið. Vikuskiftis Sosialurin hevur vitjað á Boðanesheiminum. Hvussu tað var, kanst tú lesa um í blaðnum í dag. 

Eisini ber til at lesa samrøðu við Brynhild Thomsen, journalist. Í vikuni skrivaði millum annað Dagblaðið um barnagarðar í Havn, sum vóru noyddir broyta matvanar orsaka av tørvinum hjá muslimskum børnum. Hetta vísti seg ikki at vera satt, men kortini elvdi tað til mikið rok. Hvussu fjølmiðlar eiga at uppføra seg og ikki, hugleiðir Brynhild Thomsen millum annað um í blaðnum hesaferð. 

Eisini kanst tú lesa um Kristel Lisberg, sum nú skal kappast í danska Grand Prixnum. Hon hevur áður kappast eitt nú í X-Factor, men hesaferð kennir hon seg betri føra fyri at fara undir slíka kapping, sigur hon millum annað í blaðnum í dag. 

Vikuskiftis Sosialurin kemur á gøtuna í Havn í dag og kring landið í morgin.