Mamma Mia! slær øll met

DVD-filmsútgávan av sangleikinum Mamma Mia! hevur selt sum heitt undan jólum og hevur sett nýtt sølumet í Bretlandi Filmurin, sum byggir á kendu sangirnar hjá ABBA, hevur sett nýtt sølumet í Bretlandi. Mamma Mia! kom út sum dvd um miðjan november, men longu nú eru 5 milliónir eintøk seld av filminum seld bara í Bretlandi.

Eisini sangleikurin sjálvur hevur staðið seg væl. Í fjør vóru atgongumerki fyri næstan 700 milliónir krónur seld.

Og sum um tað ikki var nóg mikið, so hevur sølan av fløgum við tónleiki frá filminum verið sera góð - fleiri enn 1 millión eintøk eru seld - og útgávan ABBA Gold er á topp 20 fyri bestseljandi fløgur í Bretlandi í fjør.