Ein týsk mamma verður nú ákærd fyri at hava gjørt av við fimm av sínum børnum, sum vórðu funnin deyð í einari íbúð í Solingen, nærindis Düsseldorf í Týsklandi.
Ákærin, Heribert Kaune-Gebhardt, segði í dag, at kanningar vísa, at øll fimm børnini eru kvald, men hann vildi ikki siga meira um syrgiliga tilburðin.
Tað var týsdagin, at børnini vórðu funnin deyð í íbúðini.
Hin 27 ára gamla kvinnan læt sítt sætta og elsta barn, sum er 11 ár, vera hjá ommuni. Eftir drápini fór hon út og royndi at taka sítt egna lív. Hon yvirlivdi, men fekk stóran skaða.
Sum skilst á týsku løgregluni, er talan um tríggjar gentur, sum vóru hálvt annað, tvey og trý ára gamlar - og tveir smádreingir, sum vóru ávikavist seks og átta ára gamlir.
Týska blaðið Bild skrivar, at tað var omman, sum ringdi til løgregluna og segði, at dóttirin hevði gjørt av við fimm av sínum børnum og var rýmd úr íbúðini við elsta barninum.
Borgarstjórin í Solingen, Tim Kurzbach, tendraði seinnapartin hósdagin eitt ljós við íbúðarbygningin, har børnini vórðu funnin lívleys.
- Eg eri í sjokki og djúpt rørdur. Eg syrgi yvir lívlátini, og mín samkensla er hjá øllum, sum stóðu børnunum og familjuni nær, skrivar borgarstjórin á Facebook.