Mamman fekk black-out

Meðan Iker Casilla var í ferð við at bjarga Spania eitt pláss í EM-hálvfinaluni, gjørdist spenningurin ov nógvur hjá mammuni hjá spanska landsliðsmálverjanum. Spanska blaðið, 20 Minutos, skrivar, at Dona Mari Carmen Fernandez fall í óvit, tá brotsspørkini vórðu skotin, og hon lá uttan vit í ein minutt, skrivar blaðið. Helst var talan um eina blanding av hita og spenningi, sum bar við sær, at mamman ikki orkaði at síggja sonin seinastu løtuna, verður sagt.