Mamman mátti geva Dele Alli frá sær

Unga Premier League stjørnan var tikin til fosturs hjá einari fosturfamilju, sum 13 ára gamal

Hann er størsta ungdómsstjørnan í Premier League, 19 ára gamli miðvallarin hjá Tottenham, Dele Alli, og hann hevur sanniliga avrikað nógv á vøllinum hetta kappingarárið. Tottenham keypti Dele Alli fyri eina upphædd, sum svarar til 47 miljónir krónur í okkara peningi, og sigast má, at Dele Alli er ársins keyp í Premier League.

 

Men vegurin upp til toppin hevur ikki bara verið lættur hjá Dele Alli. Mamman Denise Alli hevði stórar trupuleikar við rúsdrekka, og tá Dele Alli var 13 ár lat mamman Dele frá sær til eina fosturfamilju, so ungi Dele kundi livað út dreymin hjá sær at gerast fótbóltsyrkisspælari.

 

Mamman sá, at drongurin hevði eitt stórt fótbóltstalent, og tí vildi hon, at tann ungi Dele kom at vaksa upp í einum nógv betri umhvørvið. Um hon hevði roynt at hildið fast uppá drongin, og hildið hann í Bradwell-økinum í Milton Keynes, so hevði hann kanska blivið partur av einum ungdómsbanda, og so hevði fótbóltsyrkisleiðin farið í vaskið. 

 

- Eg mátti lata Dele frá mær fyri at geva honum eina betri framtíð. Kensluliga knústi tað mítt hjartað, men tað var tað einasta rætta at gera. Eg hevði ein álvarsaman rúsdrekkatrupuleika, sum var framaldur av einum ringum barndómi. Barnaverndin vitjaði meg, tá grannar okkara varskógvaðu tey, at børn míni ikki livdu undir teimum bestu korunum. Men børnini vóru ongantíð tikin frá mær. Tað var mín avgerð at lata Dele búgva hjá einari fosturfamilju. Eg visti, at tað var einasta gongda leiðin, um hann skuldi livað út dreym sín at gerast fótbóltsyrkisspælari, sigur Denise Alle í samrøðu við blaðið "The Sun". 

 

Alli Dele kom at búgva hjá góða vinmanni sínum, Harry Hickford og familju hansara. Foreldrini hjá Harry, Alan og Sally tóku sær væl av Alli í einum betri grannalagi, sum liggur 10 kilometrar frá Bradwell-økinum. Einaferð um mánaðin fór Dele Alli og helt vikuskifti saman við mammuni og systkunum. 

 

Denise er stolt av avrikunum hjá Alli á vøllinum, og fylgir væl við yrkisleiðini hjá soninum. Alli stuðlar nú mammuni og systkunum fíggjarliga, so tey eru betri fyri nú. Tað er tó fosturpápan Alan Hickford, sum stýrir felagnum Alli Dele Promotions, og kann sostatt fáa ein góðan vinning burturúr yrkisleiðini hjá fostursoninum. Fosturbróðurin og vinmaðurin, Harry Hickford hevur sáttmála við MK Dons, men hevur enn ikki spælt ein dyst við fremsta liðnum hjá MK Dons. 

 

 

Dele Alli, sum í veruleikanum eitur Bamidele Jermaine Dele hevur skotið fimm mál fyri Tottenham í 18 dystum higartil hetta kappingarárið.