18 ára gamli áleyparin, William Cole Campbell er føddur í Íslandi, og er sonur Rakel Björk Ögmundsdóttir, ið spældi 10 A-landsdystir og skoraði sjey mál fyri Ísland í 1999 og 2000.
William Cole Campbell, ið hevur sáttmála við týska stórfelagið, Borussia Dortmund hevur spælt sjey U17-landsdystir fyri Ísland, har hann hevur skotið tvey mál.
Tey fótbóltsáhugaðu í Íslandi hava verið spent upp á at fylgja gongdini hjá tí stóra talentinum, men nú vísir tað seg, at tað vera ikki íslendsku ungdómslandsliðini, ið fáa gleði av William Cole Campbell og hansara stóra talenti.
Pápi William Cole Campbell er amerikanari, og tí kann William Cole Campbell velja um hann spælir fyri Ísland ella fyri USA. Og hóast mamman hevur spælt við íslendska landsliðnum, og pápin ikki hevur nakra landsliðssøgu, so hevur William Cole Campbell boðað frá, at hann er tøkur at spæla fyri tey amerikonsku ungdómslandsliðini, U19 og U21. Tað stóra landið dregur framum landið, har ein er føddur og uppvaksin. Eitt ikki ókent fyribrigdið í Føroyum heldur.
William Cole Campbell spældi - bert 16 ára gamal - tveir dystir á besta liðnum hjá FH tá Gunnar Nielsen vardi málið hjá FH.
William Cole Campbell hevur enn ikki spælt ein dyst fyri besta liðið hjá Borussia Dortmund.