Sum eg segði í 1. parti av greinarøðini, sum er í trimum pørtum, skuldi fyrsti partur snúgva seg um barnið; meðan hesin parturin fer at snúgva seg um kvinnuna, sum er við barn. Tað eru nógvir spurningar, gerðir og árin ein kvinna við barn eigur at umhugsa, áðrenn hon skal taka avgerð um fosturtøku.
Orsøk til fosturtøku
Orsøkirnar til ynski um fosturtøku eru vanliga hesar: sjálv orsøkin til, at kvinnan bleiv við barn og tilhoyrandi trupuleikar av at fáa og hava eitt lítið barn. Tá eg sigi sjálv orsøkin til, so meini eg umstøðurnar, tá ið barnið bleiv til; t.d. tað kann hava verið orsaka einari eingangs samveru, har einki forhold er millum mammu og pápa og tískil als einki ynski um eitt barn, ella ringt forhold har tey eru farin hvør til sítt eftir staðfesting av graviditeti, ella tá talan er um neyðtøku, ella tað, sum verri er: neyðtøka, sum er framd av nærmastu familju.
Talan kann eisini vera um trýst frá familjuni, ella trýst frá pápanum at barninum, um at fremja fosturtøku.
Hin orsøkin til ynski um fosturtøku, er ofta truplu umstøðurnar hjá mammuni (saman við pápanum í summum førum). Trupla støðan er vanliga tað umhvørvið, sum barnið skal liva og mennast í, eitt nú trong livikor - íbúðarliga og peningaliga - ella misnýtsla av rúsevnum, sálarligur veikleiki/sjúka, likamlig sjúka/brek o.t.
Omanfyri havi eg júst nevnt nakrar ítøkiligar trupuleikar viðvíkjandi óhepnum umhvørvi og sálarligum ella likamligum vansum; men hvat er tað ítøkiligt, sum kvinnan heldur vera ein trupul og vónleys støða við at fáa eitt barn í lívið hjá sær, sum ikki hevur omanfyrinevndu truplu umstøður? Jú, barnið ger tað truplari at fáa sær útbúgving; kvinnan missur sítt frælsi til at koma og fara, sum henni lystir; og um hon hevur arbeiði, forðar barnið henni møguliga í at náða síni mál í sínum arbeiði. Um hon ikki hevur ein fastan maka, er barnið eisini eitt haft um beinini hjá hesi "single"-kvinnuni. Hjá hesi kvinnuni hevur barnið sostatt bert broytingar við sær, sum ikki passa inn í tað lívið, sum kvinnan hevur livað, áðrenn hon gjørdist við barn. Barnið kemur ikki inn í eitt ótrygt umhvørvi, men tað verður mett at verða til ampa, verða ólagaligt, treytaleys ábyrgd fyri barninum 24 tímar um samdøgrið fylgir við, tað tekur frælsið frá kvinnuni, og at enda hava ikki allar kvinnur kensluligt yvirskot til eitt barn. (Hetta er upplýsing og meiningar, sum eg havi fingið við at práta við ymiskar kvinnur; eisini havi eg fingið upplýsing úr bløðum og dokumentar sendingum - tískil eftirfarandi, hóast generelt).
Hvar er pápin?
Av tí at eg viðgeri tað vanliga - tað generella - er fokus á kvinnuna; tí tá talan er um fosturtøku, er tað aloftast hennara ynski, sum vigar mest. Hetta er sjálvsagt, av tí at tað er hon, sum ber barnið. Men - og hetta er eitt stórt men - menn/pápar hava líka stóra skuld í og ábyrgd av hesum barni, og líkist tað tískil ongum, at pápin ofta vaskar sínar hendur viðvíkjandi avgerðini um fosturtøku. Hann lastar mammuna við endaligu og tungu avgerðini um fosturtøku og soleiðis eisini ábyrgdina av hesum, og møgulig árin sum sorg, samvitskubit o.s.fr., og ger sostatt seg sjálvan stórt sæð frían fyri alla ábyrgd, samvitskubit og ivamál. Pápin eigur at vera við í avgerðini um fosturtøku, uttan so, at umstøðurnar eru heilt serstakar - undantøk eru altíð; tað ber illa til at taka hædd fyri undantøkum í eini heildarviðgerð. Tá tvey vaksin fólk hava gjørt eitt barn, er avgerð um framtíð barnsins - um nøkur - líka so nógv ein felags avgerð, sum barnið er eitt felags avkom.
Til kvinnuna - ynski og árin
Kvinnur, sum ikki ynskja tað barn, tær ganga við, umhugsa ofta fosturtøku; men í kjalarvørrinum á hesum valmøguleika fylgja nógv ivamál og nógvir spurningar við - bæði etiskir og praktiskir.
Hjá kvinnuni, ið hevur ringar forteytir til at geva barninum góða og trygga uppaling, verður kanska nógv hugsað um barnið; t.d. hvørji sannlíkindi eru fyri, at barnið fer at trívast og mennast - fær tað ein tryggan og góðan barndóm og eitt eydnuríkt lív o.s.fr. Meðan hjá kvinnuni, ið hevur tað gott og livir í góðum korum, hugsar hon kanska meira um seg sjálva - hennara lív og hennara framtíð.
Tað er bara tað, at tað eru nakrir spurningar, ið tíverri ikki kunnu svarast áðrenn fosturtøkuna, t.d.: hvussu fer kvinnan at hava tað sálarliga eftir fosturtøkuna? Onkur kvinna fer at spyrja seg sjálva ræðuligar spurningar eftir fosturtøkuna sum t.d.: gjørdi eg hetta fyri barnið ella meg sjálva? Var tað bara ein fostur-klumpur ella var tað eitt barn, ein menniskja, ið varð burturbeint? Drap eg mítt egna barn? Kann eg nú nakrantíð verða ein góð mamma? Og eitt sindur meira praktiskt: Fer eitt barn, sum eg ynski mær, at eydnast, ella fer áður framda fosturtøkan at orsaka eina óynskta fosturtøku? Og tann trúgvandi: Hvat heldur Gud um mína gerð? Verið eg revsa fyri hetta? Hvussu kann eg koma upp í Guds ríki nú?
Tað eru óivað nøkur, sum halda, at hetta er ósakligt og melodramatiskt; men við at kanna hetta nærri, finnur tú ein syndarligan veruleika, sum fólk ikki tosa um, tí tað er eitt eymt evni og avvarandi fólk eru ov hørm, til opið at tosa um hetta.
Veruleikin er tann, at tað kann verða trupult at fáa eitt barn eftir framda fosturtøku, tí at fostrið nú ikki megnar at seta seg fast í lívmóðirina, og tí bløðir mamman fostrið út - ferð aftan á ferð. Um kvinnan, sum ynskir fosturtøku, fær hesa upplýsing frá læknanum í viðtaluni, veit eg ikki, men tað átti læknin at sagt kvinnuni (eg veit um hendan trupuleika frá einum sjúkrarøktarfrøðingi). Flestar kvinnur ynskja sær hóast alt børn fyrr ella seinni.
Eg veit, at hetta síðsta petti av greinini var beiskt at lesa og er ilt at sodna, men nøkur evni eru bara soleiðis, um tað skal tosast reiðiligt og við skili um tað. Hetta er, hóast ótespuligt í løtum, skrivað til frama fyri kvinnur, sum ivast í, hvussu tær skulu fyrihalda seg til fosturtøku. (Onkur spyr helst hvat eg, ein maður, veit um tað at vera við barn - og kanska eitt barn, ein ikki ynskir. Tað veit eg heldur ikki - hóast pápi at fimm børnum - men eg havi kær fólk, sum hava ynskta og/ella óynskta fosturtøku í teirra lívsins viðføri, og í báðum førum er teirra byrða tung). Hetta er sjálvsagt eingin frymil fyri hvussu ein skal gera. Hetta eru tankar og onkrir sannleikar um, hvat fosturtøka kann innibera, og hvørji árin fosturtøka kann hava fyri kvinnuna - og mannin í summum førum. Ábyrgdarfullir, fyrilitarligir og umhugsnir menn kenna sanniliga eisini kensluligu árinini av fosturtøku. Og teir menn, sum vanliga biða seg undan hesi ábyrgd, áttu at lisið hetta og tikið hetta til eftirtektar, tí eg meini ikki, at slíkar avgerðir skulu gerast lættliga. Hetta er tó bert ein íblástur til støðutakan.