Mammografitilboð aftur í mars

Ynski hjá føroyskum myndugleikum, er at allar kvinnur millum 50 og 69 ár skulu kannast fyri brótskrabba.

 

Í summar steðgaði ætlanin upp, tá einasti læknin á økinum, Rógvi Winthereig Rasmussen, sum hevur tikið sær av at taka røntgenmyndir av sjúklingunum, valdi at gevast. Hann hevði tá í longri tíð heitt á Landssjúkrahúsið um at víðka um ábyrgdarøki sítt og betrað um umstøðurnar.

- Eg kann ikki gera 3.000 árligar mammografiscreeningar inni í einum hølum, sum minna mest um eitt kustaskáp, segði hann við Sosialin í summar.

 

Svarið frá Landssjúkrahúsinum var, at fyri tey var tað týdningarmest at fáa screeningarnar settar í verk. Betri høli kundu tey finna seinni.

 

Endin av vísuni varð tó, at Rógvi Winthereig Rasmussen gavst og nú hevur Landssjúkrahúsið gjørt eina avtalu við Sjællands Universitetshospital at taka sær av screeningini.

- Væntandi verður fyrsta screeningrundan í mars 2017. Tá koma royndir mammoradiologar frá Sjællands Universitetshospital at røkja uppgávuna. Teir koma til Føroya eini tríggjar ferðir um árið, sigur Johnny í Grótinum.

 

Hann sigur, at í málbólkinum, sum hava fingið tilboð um mammografiscreening, eru 5.000 kvinnur, sum skulu kannast annað hvørt ár. Tað eru tí 2.600 kvinnur um árið, sum skulu screenast av læknunum frá danska sjúkrahúsverkinum.

 

Landssjúkrahúsið hevur eisini longt avtaluna við íslendska sjúkrahúsið Kristian Skúla, um at taka sær av skurðviðgerðum at føroyskum bróstkrabbasjúklingum. Hetta er privatsjúkrahúsið, sum Rógvi Winthereig Rasmussen er partaeigari í og lutvíst starvast á.

 

- Avtalan gekk út í oktobur, og hóast vit hava kannað aðrar møguleikar, millum annað hjá sjúkrahúsum í Danmark ella at fáa fólk til Føroya at taka sær av tí, so komu vit til ta niðurstøðu, at besta loysnin var at leingja avtaluna við íslendska sjúkrahúsið, sigur Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri.