Mammubólkur í 10 ár

Fimm javngomul børn kunnu saman við mammum sínum frøast um, at tey nú tíggjunda árið á rað eru partur av mammubólki


 

10 ára dagur


Tær halda sjálvar, at tað er ein spurningur um kemi teirra millum, sum hevur viðført, at tær nú kunnu halda rundan dag í mammubólki sínum.

- Vanliga er tað soleiðis, at mammubólkarnir gevast, tá børnini eru eini fýra til fimm ára gomul, men soleiðis hevur tað bara ikki verið hjá okkum. Tað hevur bara riggað heilt væl hjá okkum, og tí hava vit hildið á fram, heldur ein teirra.

Spurdar, um tað við hesum ikki er vandi fyri, at talan bara verður um eitt slag av bindiklubba, siga tær, at tað verður tað ofta til, men hinvegin halda tær ikki, at hetta ger so nógv.


Fer at halda

Børnini hugan sær sjálvsagt eisini, tá mammurnar við børnum soleiðis hittast. Tá vit vitjaðu leygardagin, máttu vit bíða eina løtu við myndatøkunum, tí dreingirnir vóru úti og sparkaðu, og tær báðar genturnar tóktust eisini at hava tað hugnaligt saman.

Hetta er sjálvandi eisini nakað, sum tær allar leggja nógv í, men hinvegin halda tær, at børnini ikki eru so nær knýtt nú, sum tey vóru fyrstu árini. Halda kanska, at tað er eitt sindur meira flovisligt nú og soleiðis.

- Soleiðis vil tað altíð verða, men vit eru so allar samdar um, at hóast børnini kanska hava hug at fella frá fyrr ella seinni, so fara vit eisini at hittast framyvir. Tað er so einki at ivast í, siga tær við ein munn.


Uttan pápar

At enda spurdu vit so tær fimm, um páparnir als ikki sleppa upp í part, tá tær soleiðis hittast, og svarið var fyri ein stóran part nei.

Tær greiða frá, at undir vanligum umstøðum verður pápin koyrdur út, har sum tær eru, men at tær tó av og á gera okkurt serligt burturúr, har so eisini mannfólkið sleppur upp í part.

Eitt nú plaga tær at hava ársveitslu, og har sleppa so øll við, og eisini hava tey havt einstøk onnur tiltøk. Biograftúrar hava onkun tíð verið á skránni, og nú bowling høllin er komin, hava tey eisini vitjað har niðri.

Sjálvt tíggju ára haldið stendur framvegis fyri framman, og einki tykist vera at ivast í, at tá fara tær fimm mammurnar við børnum og pápum at hava enn eitt hugnaligt kvøld saman.


Á myndini síggjast tey tíggju:

Mammurnar eru frá vinstru Ebba, Ann, Una, Karin og Paulina, meðan børnini, sum sita framman fyri eru Jenny, Teitur, Bárður, Andrias og Ingibjørg