Um Marit Poulsdóttir upplivir valstríðið hart, so hevur hon sjálv biðið um tað, sigur Signar Dam, formaður í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag.
Á Tvøroyri hevur ein nevndarlimur í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag júst meldað seg úr nevndini og úr Javnaðarflokkinum. Ein av orsøkunum er, at hon heldur valstríðið verða óalmindeliga hart og skitið. Sí grein aðrastaðni á in.fo um tað.
Signar Dam, formaður í felagnum har suðuri sigur, at upplivir Marit Poulsdóttir tað hart, so hevur hon sjálv biðið um tað.
– Hon hevur ikki lagt fingrarnar í millum sjálv, og hon hevur blandað seg í øll hugsandi kjak á netinum. Sjálvt í kjakum um politikk í Havn hevur hon blandað seg uppí. So hon kann ikki vænta annað enn, at hon fær tað sama aftur, sum hon gevur, sigur Signar Dam.
Hann er samdur við teimum, sum siga, at valstríðið er harðari enn vanligt, men at tónin áður mangan hevur verið hvassari.
Marit Poulsdóttir førdi eisini fram í lesarabrævi fyrr í kvøld, at hon ikki varð spurd eftir, tá ið avgerð varð tikin í nevndini um, at Kristin Michelsen ikki skuldi á listan fyri Javnaðarflokkin.
– Vit fingu ikki fatur í henni, og vit tóku ikki avgerð um, at Kristin ikki skuldi sleppa á listan. Vit vildu bara hava svar frá honum, og tað fingu vit ikki. Og tað skal sum so heldur ikki ein samd nevnd til at taka slíkar avgerðir. Tað skal bara vera meiriluti, og tað var tað, sigur Signar Dam.
Marit Poulsdóttir førir fram, at hon neyvan verður tann einasta, sum meldar seg úr nevndini og úr flokkinum.
– Summi hava hótt við tí, men enn er tað bara Marit, sum hevur meldað seg úr. Hvør nevndarlimur skuldi trekt seg aftrat, dugi eg ikki at síggja, sigur Signar Dam, formaður í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag.