Man kann ikki bæði blása og hava mjøl í munninum

Nú, tá ið kjakið um fosturtøku alvorliga hevur tikið dik á seg í Føroyum, meti eg, at tað er upp á sítt pláss at koma burtur frá øllum uttanumtosi og skera inn á bein, hvat kjakinum viðvíkur. Kjakið snýr seg ikki, um “fólk við lívmøðrum” ella um kvinnur annars skulu hava rætt til heilsurøkt [les: forsturtøku]; ella hvørt fosturtøkur “hava altíð og fara altíð at vera framdar”; ella at kjakið “snýr seg um trygga ella ótrygga” fosturtøku.

 

Kjarnin í kjakinum er, hvørt ófødda barnið er eitt menniskjalív ella ei.

 

Tað kann lýsast upp á tveir mátar:

 

1. Er hetta eitt menniskjalív, sum er sítt egna, sum hevur sítt sjálvsagda menniskjaliga virði?

 

2. Er hetta ein óynsktur vøkstur, sum skal beinast burtur?

 

Bæði tingini kunnu ikki verða sonn samstundis. Tey útiloka hvørt annað. Tú kanst ikki siga ja til bæði lýsing 1 og 2.

 

Nú tá ið vit hava gjørt greitt, hvat talan er um (líkamikið um tú tekur undir við 1 ella 2), so mugu vit vera konsekvent.

 

Um tvær kvinnur verða upp á vegin, so eru báðar í somu støðu. Um alt gongur sum tað skal, so fara báðar at føða eitt barn.

 

Man kann ikki siga, at um eini graviditeturin er óynsktur, so er hetta ein óynsktur vøkstur, men um hin graviditeturin er ynsktur, so er hetta eitt menniskjalív.

 

Man kann ikki bæði blása og hava mjøl í munninum.

 

Endaligi spurningurin er: Hevur ófødda barnið íborið virði ella ikki?

 

Við vón um, at fleiri tora at síggja veruleikan, sum hann er,

 

 

 

Tummas Jóhan í Djónastovu