Man U kanska rinda Chelsea aftur

Tað er enska blaðið The Times, sum veit at siga, at norski ákærin, Svein Holden, hevur drigið Morgan Andersen í rættin í Oslo, ákærdur fyri at hava svikað við upprunaliga sáttmálanum við John Obi Mikel.

 

Tað stóðst stórur ruðulleiki av sáttmálanum við John Obi Mikel, sum fyrst hevði skrivað undir við Manchester United í apríl 2005 fyri síðani at gera sáttmála við Chelsea árið eftir. Chelsea rindaði Manchester United 12 milliónir pund, meðan Lyn fekk fýra.

 

Vísir tað seg nú, at upprunaligi sáttmálin var falskur, og John Obi Mikel sostatt kundi skriva sáttmála uttan transfer-pengar, kann tað enda við, at Chelsea fær allar 16 milliónirnar pund aftur frá teimum báðum feløgunum, skrivar enska blaðið The Times.