Nú verður høvi at hoyra um útbúgvingarnar á Glasi

Tiltakið verður mánadagin 27. februar frá klokkan 14-19, tá Føroya størsti útbúgingarstovnurin fer at hava opið hús.

 

 

Høvi verður at hoyra um útbúgvingar, síggja verkstøð og aðrar umstøður á Glasi í sambandi við, at 600-700 ung skulu velja útbúgving. Størsti útbúgvingarstovnur í landinum hevur opið hús seinnapartin mánadagin frá klokkan 14 til 19.

 

Øll, sum eru forvitin um útbúgvingarmøguleikar á Glasi, eru hjartaliga vælkomin at vitja skúlan. Kunningin fer serliga at snúgva seg um gymnasialt miðnám, yrkisnám og serbreyt í sambandi við, at umsóknarfreistin til hesar útbúgvingar er 15. mars. 

 

Skráin sær soleiðis út:

Kl. 14.00: Dyrnar lata upp og møguleiki er at síggja lestrarumhvørvi so sum hølir til tónleik, myndlist, ítrótt, alisfrøði, evnafrøði, verkstøð innan timbur, bil, hár o.a.

Kl. 16.30: Vælkomin og felagskunning í atrium um útbúgvingarmøguleikar á Glasi.

Kl. 17.00: Tríggjar kunningarrundir á 20 minuttir, har høvi verður at hoyra meira um einstøku breytirnar.

Eisini verður møguleiki at fáa neyvari  innlit í einstøku lærugreinarnar, leiðirnar og útbúgvingarnar. Lærarar og lestrarvegleiðarar eru at hitta, og tiltakið endar klokkan 19.

 

##med2##

 

Gymnasialt miðnám, yrkisnám og serbreyt

Á gymnasialum miðnámi kanst tú velja búskaparbreyt, hugbreyt ella náttúrubreyt, ið eru 3-ára breytir, ella fyrireikingarbreyt, ið er 2-ára breyt. Haraftrat hevur skúlin gymnasialan autismuflokk og eina skapandi fyrireikingarbreyt, ið er gymnasial, og sum samantvinnar gymnasialt miðnám og yrkisnám. Eisini er ætlanin at hava fyrireiking til miðnám/yrkisnám, um tørvur er á tí.

Á yrkisnámi eru bilbreyt, el-breyt, smiðju- og maskinbreyt, timburbreyt, hárbreyt, tilvirkingaratstøði og klædnaatstøði. FHS er støðisútbúging í fyrisiting, handli og skrivstovu, har lærugreinirnar eru á gymnasialum C-stigi. Harumframt er skrivstovuútbúgving við grein í fyrisiting og útbúgving í heilsølu og smásølu. Eisini er serbreyt til ung við serligum tørvi. Mong hava á orði, hvussu góðar umstøður næmingar og lærlingar hava á Glasi.

 

##med3## 

 

Hægri nám

Men tað er ikki bara ungdómur, ið nemur sær lærdóm á Glasi.

 

Á hægri námi kanst tú taka akademiútbúgving, diplomútbúgving í leiðslu, fíggjarbúskap, framleiðslutøkni, innovatión og íverksetan, marknaðarførslubúskap, tænastubúskap, HD og byggifrøði, sum er ein av nýggju útbúgvingunum. Í januar 2022 skrivaði Glasir søgu, tá ið fyrstu byggifrøðingarnir, sum hava tikið alla útbúgvingina í Føroyum, fingu prógv. Útbúgvingin sum byggifrøðingur, ið er ein professiónsbachelor, er ein av fleiri fulltíðarútbúgvingum á Glasi. Føroysk byggilist og byggisøga eru serstøk, tí landslagið og veðurlagið eru øðrvísi enn nógva aðrastaðni. Tí hevur tað avgerandi týdning, at øll útbúgvingin kann takast í Føroyum.

 

Í fjør tóku átta byggifrøðingar prógv, og í løtuni lesa 25 byggifrøði á Glasi.

 

##med4##

 

Fakta um Glasir:

* Í 2015 vórðu Føroya Studentaskúli og HF-skeið, deildin hjá Føroya Handilsskúli í Havn og Tekniski Skúli í Tórshavn lagdir saman í ein útbúgvingarstovn.

* Í 2016 fekk skúlin navnið Glasir. Navnið kemur úr norrønari gudalæru. Glasir var ein viðarlund ella eitt træ uttan fyri Valhøll, sum var vakrast millum gudar og menn.

* Høvuðsbygningurin í Marknagili er í  19.500 fermetrar stórur. Skúlin húsast eisini í gamla bygninginum hjá Handilsskúlanum og í Skúlaheiminum, sum fyrr hoyrdi til Tekniska skúla.

* Skúlin hýsir 1350 næmingum og lærlingum og 250 starvsfólkum.

 

##med5##