Mánakvøldið endar koronu-tíðin í Føroyum

Tá verða tey seinastu tiltøkini sett úr gildið – og nú verður eisini punktum sett fyri koronukanningum

Eftir at korona hevur forpestað okkum tilveruna í næstan tvey ár, fær tað nú ein enda. Nú mánadagin tann 28. februar verður ein merkisdagur, tí hendan dagin verða allar avmarkingar tiknar av, og øll tilmæli verða strikað. Tað merkir, at tá ið fólk vakna týsmorgunin, heldur lívið fram sum tað gjørdi áðrenn á grækarismessu í 2020, tí tá eru allar avmarkingar, og øll tilmæli í samband við koronu, strikað.

 

Men tað merkir eisini, at mánadagin er seinastu dagur har fólk kunnu bíleggja tíð til at verða kannað fyri koronu. Myndugleikarnir eru nevniliga samdir um, at samstundis um at øll tilmæli verða sett úr gildið, gevast tey eisini við koronukanningunum í sjúkrahúsverkinum.

 

Tummas í Garði, varastjóri á Landssjúkrahúsinum, sigur, at tá verða fólk bara kannað fyri koronu eftir ávísing frá kommunulækna, ella tá ið tey verða løgd inn á sjúkrahús og illgruni er um, at tey hava koronu. Men Lars Fodgaard Møller, landslækni, leggur dent á, at tað kortini er ætlanin at hava eina tilbúgving, so at alt apparatið kann fara ígongd aftur, skuldi onkur nýggjur variantur av koronu tikið seg upp, og sum vísir seg at vera vandamikil – ella um onnur viðurskifti stinga seg upp.

 

Tí fara tey at fylgja væl við støðuni og skuldi ein vandamikil variantur tikið seg upp, eru tey til reiðar at seta apparatið ígongd aftur í bráðskundi. Tískil verður tað ikki so, at vit fara at gevast heilt at kannað fólk, men tað verður í nógv minni mát enn nú, sigur landslæknin.