Manchester City hevur góð kort á hondini

Premier League: Um jólini hevur Manchester City fingið góð kort á hondina

Við einum breiðum hópi og fleiri sigrum upp í slag, er Manchester City nú langt fremst í Premier League, meðan Liverpool og Chelsea skiftast um at tveita stig.

 

Manchester City vann í gjár 1-0 á Brentford, meðan Chelsea í evstu løtu misti sigurin í 1-1 javnleiki móti Brighton á heimavølli. Sigurin hjá Manchester City ger, at Pep Guardiola og hansara menn eru átta stig fremst.

 

Tað er komið teimum ljósabláu til góðar, at teir hava ein breiðan hóp í jólaskránni, sum er tilkinin fyri at vera hørð. Liverpool tapti fyrradagin fyri Leicester, meðan Chelsea hevur sett fleiri óvæntaði stig til seinastu vikurnar.

 

Sermerkt við skránni hjá Manchester City er, at liðið hevur spælt at kalla allar sínar torføru dystir á útivøll. Millum annað móti Chelsea, Liverpool, Manchester United, Tottenham og øðrum. Tí bendir nógv á, at Manchester City er á gáttini til at vinna sítt fimta meistaraheiti upp á seks ár.

 

1Man City20162251:1250
2Chelsea20126243:1442
3Liverpool19125250:1641
4Arsenal19112632:2335
5West Ham1994634:2531
6Tottenham1793522:2030
7Man Utd1784527:2528
8Wolves1874713:1425
9Leicester1874731:3325
10Brighton1859417:1824
11Crystal Palace1958627:2723
12Aston Villa18711024:2822
13Southampton1949620:2921
14Brentford1855821:2520
15Everton1754821:2919
16Leeds1837818:3616
17Watford17411222:3513
18Burnley1518614:2111
19Newcastle19181019:4211
20Norwich City1924138:4210