Manchester City, sum hevur 115 ákærir um fíggjarligt svik hangandi, hevur nú vent kanónin móti Premier League og stevnt. Við hesum er nú eitt slag av kríggi millum Manchester City og Premier League.
The Times skrivaði í gjár, at Manchester City hevur stevnt Premier League fyri “Associated Party Transaction-reglugerðina”. Hon bleiv gjørd, tá almenna íleggjarafelagið í Saudi Arabia keypti Newcastle 2021.
Reglugerðin forbjóðar feløgum at gera risa stuðulsavtalur við vinnufeløg, sum eru knýtt at eigaranum í felagnum. Hetta tí tað er ein máti at sleppa rundanum fíggjarreglugerðina, sum hini feløgini mugu spæla eftir.
Bretskir miðlar og viðmerkjarar halda fyri, at hetta er eitt mótálop hjá Manchester City, sum í novembur skal í rættin fyri tær 115 ákærirnar um fíggjarligt svik. Tað málið kann í ringasta føri endan við, at Manchester City verður tvangsniðurflutt og fær frátikið onkur av meistaraheitunum. Manchester City hevur ikki alment boða frá stevningini.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Manchester City vísir vøddar. Felagið bleiv útihýst av Champions League í tvey ár í 2020, men við einum heri av sakførarum megnaði Manchester City at sleppa undan dóminum í ítrottardómstólinum CAS. Hetta tí fleiri av málunum vóru ov gomul.
Manchester City fekk tá bót, fyri ikki at samstarva í málinum. Síðani hevur Premier League tikið málið upp um fíggjarligt svik. Her kunnu slík mál ikki blíva ov gomul og tí hevur Manchester City valt ein nýggjan taktikk. Nú er álop besta verjan.
Manchester City sigur sambært The Times, at nýggja reglugerðin um avmarkingar í stuðulsavtalum, er ólóglig og stríðir móti kappingarlógini í Onglandi. Fær Manchester City viðhald í málinum er hetta eisini ein stórur sigur fyri Newcastle og møguliga Chelsea, verður sagt í bretskum miðlum í dag.