Manchester City stóð royndina

Manchester City legði í kvøld trýst á grannarnar, Manchester United, við at vinna ein tryggan 3-0 sigur á hiemavølli móti Fulham. Arsenal vann stórt móti Blackburn, meðan góða gongin hjá Martin O’Neill og Sunderland heldur fram.

 

Manchester City er nú trý stig frammanfyri Manchester United, sum í morgin eru á vitjan hjá Chelsea. Oddaliðið vann í kvøld 3-0 á Fulham í einum dysti, sum mátti steðgast tvær ferðir orsaka av kava.

 

Sergio Aguero legði heimaliðið á odda við brotssparki, eftir at Chris Baird hevði felt Adam Johnson. Løtu seinni smekkaði Adam Johnson til og bólturin rakti sama Chris Baird og fór í málið. Ikki dagur í viku hjá Fulham vinstra bakkinum, sum varð valdur framum John Arne Riise til hendan dystin.

 

Í seinna hálvleiki mátti Mike Dean tvær ferðir steðga dystinum, so hjálparfólk kundu koma inn við spakum og tryggja, at allir partar kunnu síggja strikurnar á vøllinum fyri kavanum.

 

Edin Dzeko staðfesti sigurin smáar tjúgu minuttir fyri tíð, eftir at Sergio Aguero rak framvið allari Fulham verjuni og trillaði bóltin fyri føturnar á framherjanum. Ein tryggur og uppiborin sigur til Manchester City.

 

Roberto Mancini segði eftir dystin á tíðindafundinum, at hann var fegin um avrikið, men metti ikki at Manchester United var undir nøkrum størri trýsti til dystin í morgin, tí teir eru so vanir við at vera í eini slíkari støðu.

 

Arsenal vann fyrr í dag heili 7-1 á Blackburn, sum annars javnaði til 1-1 í fyrra hálvleiki. Blackburn fekk Gael Givet útvístan stutt fyri hálvleik við støðuni 3-1. Robin van Persie skoraði hattrick, Alex Oxlade-Chamberlain skoraði tvey, meðan Mikel Arteta og innskifti Thierry Henry skoraðu hvør sítt.

 

Sunderland vann í dag 1-0 á Stoke, sum fekk Robert Huth útvístan í fyrra hálvleiki. James McClean skoraði einsamalla málið í dystinum. Sunderland er nú nummar átta í Premeir League.

 

Premier League í dag:

 

Arsenal – Blackburn 7-1

Norwich – Bolton 2-0

Manchester City – Fulham 3-0

QPR – Wolves 1-2

Stoke – Sunderland 0-1

WBA – Swansea 1-2

Wigan – Everton 1-1