Manchester City vann oljudystin

Champions League: Málverjin hjá City hevði fleiri nertingar enn Kylian Mbappé

Manchester City er á veg í Champions League finaluna, eftir at liðið vann 2-1 á Paris Saint Germain í fyrru hálvfinaluni, sum varð spæld í París í gjár. Kevin De Bruyne og Riyad Mahrez tryggjaðu sigurin, eftir at Marquinhos hevði lagt vertirnar á odda.

Paris Saint Germain kom í finaluna í fjør, men tapti fyri Bayern Munchen. Manchester City er – hóast felagið hevur brúkt milliardir av krónum upp á spælara seinastu tíggju árini – ikki verið í eini Champions League finalu enn. Hetta var dysturin millum tvey feløg, sum njóta gott av oljupengunum í ávikavist Katar og Abu Dhabi.

Vertirnir komu á odda við máli, sum brasilski miðvejrin, Marquinhos, skoraði. Í seinna hálvleiki javnaði Kevin De Bruyne, áðrenn ársins spælari í Premier League frá 2016, Riyad Mahrez, krúnaði eitt skilagott avrik á útivølli hjá Manchester City, við at skora til 2-1.

Móti dystarenda bleiv tað nakað heitt á vøllinum. PSG fekk Idrissa Gana Gueye útvístan fyri ein takling, har hann bleiv ov seinur, meðan Kevin De Bruyne slapp við gulum korti fyri eini líknandi takling. Hetta fall ikki í góða jørð hjá vertunum, sum til tíðir hava trupult við at halda høvdið kalt í avgerandi dystunum.

Hetta er fyrstu ferð í longri tíð, at Kylian Mbappé ikki hevur sett sín dám á ein dyst í Champions League. Hann hevði einki skot á mál og málverjin hjá Manchester City, Ederson, hevði fleiri bóltnertingar enn franski heimsmeistarin.

Tað er nú ein møguleiki fyri, at tað verða tvey feløg úr Onglandi, sum møtast í Champions League finaluni. Chelsea fekk góðan 1-1 javnleik í Madrid móti Real Madrid. Megna ensku feløgini at halda leiðslurnar frá fyrru hálvfinalunum, so verður tað ensk innrás í Istanbul, tá finalan verður.

Paris Saint Germain – Manchester City 1-2 (1-0)

1-0  Marquinhos, 15

1-1  Kevin De Bruyne, 64

1-2  Riyhad Mahrez, 71