Manchester feløgini fóru hvør sín veg

Premier League: Erling B. Haaland skoraði og City vann, meðan Manchester United tykist longu í kreppu

Mynd: (Scanpix)

Í dag hava tríggir teir seinastu dystirnir í 1. umfari í Premier League verið. Manchester City og Manchester United byrjaðu, har tey sleptu fyri summar. Manchester City vann 2-0 á West Ham, og Manchester United tapti á heimavølli móti Brighton.

 

Tað eru tveir kendir menn, sum fara við yvirskriftunum í dag. Erling B. Haaland skoraði bæði málini, tá Manchester City vann 2-0 á West Ham United í London. Norska heimsstjørnan skoraði tað fyrra upp á brotsspark, meðan tað seinna var eftir gott uppspæl frá Kevin De Bruyne. Tá samanspælið millum teir báðar riggar, er ilt at síggja hvussu Manchester City skal steðgast.

 

Hin maðurin við yvirskriftunum er 37 ára gamli Cristiano Ronaldo. Hann byrjaði á bonkinum hjá Manchester United í dag, tí hann sambært venjaranum ikki hevur vant nokk saman við liðnum í uppstartinum. Hann kom á vøllin eftir 53 minuttir, men tá var longu 2-0 til gestirnar úr Brighton.

 

Manchester United fekk minkað um munin við sjálvmáli, men hóast nýggjan venjara í Erik ten Hag, og eina djarva spæliætlan við bóltinum, so vóru fleiri av gomlum avbjóðingunum at síggja aftur í dag. Venjarin helt eftir dystin fyri, at tað fór at taka tíð hjá hópinum, at venja seg við nýggju spæliætlanina.

 

##med2##

 

Ein dystur var eisini á King Power Stadium, har Leicester City og Brentford deildu stigini. Leicester City er einasta liðið, sum ikki hevur nakra tilgongd í summar. Hinvegin er ein spælari sum Kasper Schmeichel farin til franska Nice. Leicester var á odda 2-0, men Brentford javnaði fýra minuttir fyri tíð.

 

Premier League 1. umfar:

 

Fríggjadagin:

 

Crystal Palace – Arsenal 0-2

 

Leygardagin:

 

Fulham – Liverpool 2-2

 

AFC Bournemouth – Aston Villa 2-0

 

Leeds – Wolverhampton 2-1

 

Newcastle – Nottingham Forest 2-0

 

Tottenham – Southampton 4-1

 

Everton – Chelsea 0-1

 

Sunnudagin:

 

Leicester – Brentford 2-2

 

Manchester United – Brighton 1-2

 

West Ham – Manchester City 0-2

 

1Tottenham11004:13
2Bournemouth11002:03
3Arsenal11002:03
4Manchester City11002:03
5Newcastle11002:03
6Brighton11002:13
7Leeds11002:13
8Chelsea11001:03
9Brentford10102:21
10Fulham10102:21
11Leicester10102:21
12Liverpool10102:21
13Manchester United10011:20
14Wolves10011:20
15Everton10010:10
16Aston Villa10010:20
17Crystal Palace10010:20
18Nottingham Forest10010:20
19West Ham10010:20
20Southampton10011:40

Mynd: (Scanpix)