Manchester United í Champions League finaluni

Við knúsandi sigri á Schalke vann Manchester United seg í kvøld í triðju Champions League finaluna upp á bara fýra ár. Manchester United vann 4-1 á Schalke á Old Trafford í seinnu hálvfinaluni í kvøld. Anderson skoraði tvey, meðan Darron Gibson og Antonio Valencia skoraðu hvør sítt mál. Samanlagt vann Manchester United 6-1.

 

Tað var ongantíð nakar ivi hvør var betri í kvøld. Hóast Sir Alex Ferguson hevði valt at spara leikarar sum Wayne Rooney, Rio Ferdinand og Nemanja Vidic, so var heimaliðið omaná allan dystin. Schalke vísti ongantíð, at teir høvdu nakað at gera í Champions League hálvfinaluni. Fyrsta málið hjá Manchester United var eisini eitt prógv um tað, tá Schalke ótrýstir mistu bóltin í uppspælinum. Heimaliðið gjørdi skjótt av og so kundi Valencia leggja Manchester United á odda eftir 26 minuttir.

 

Stutt eftir økti Darron Gibson við hørðum eftir gott uppspæl í høgru. Stutt fyri hálvleik minkaði Jose Juardo um munin fyri Schalke. Í seinna hálvleiki økti Anderson tvær ferðir til endaliga úrslitið í 4-1.

 

Champions League finalan 2011 verður sostatt ein endurtøka av finaluni í 2009. Tann finalan, sum var leikt í Róm, endaði við 2-0 sigri til Barcelona. Málini skoraðu Samuel Eto?o og Lionel Messi. Hetta er somuleiðis triðja Champions League finalan upp á bara fýra ár hjá Manchester United.

 

Champions League hálvfinala:

 

Manchester United (2) ? (0) Schalke 4-1

1-0 Valencia, 26

2-0 Darron Gibson, 31

2-1 Jose Juardo, 35

3-1 Anderson, 72

4-1 Anderson, 76

Manchester United vinnur 6-1 samanlagt