Manchester United vann í kvøld tryggan 4-1 sigur á Bournemouth í seinasta dystinum í 20. umfari í Premier League. Hetta er triði sigurin á rað, síðani Ole Gunnar Solskjær bleiv settur sum fyribils venjari.
Les eisini: Liverpool rennur undan
Paul Pogba var ein av mest umstríddu spælarunum hjá Manchester United undir José Mourinho. Hann skoraði tvær ferðir í dag og mundi verða besti spælarin á vøllinum. Hartil fingu Marcus Rashford og Romelu Lukaku hvør sítt mál.
Tað hoyrir tó eisini við til søguna, at Eric Baily fekk beinleiðis reytt kort tíggju minuttir fyri tíð.
Manchester United hevur nú vunnið tríggjar dystir upp í slag, men enn er langt upp til fjórða plássið og Champions League luttøku komandi ár. Chelsea vann eisini í dag og er átta stig frammanfyri.
Premier League – 20. umfar:
Manchester United – Bournemouth 4-1
Brighton & Hove Albion 1 – 0 Everton
Fulham 1 – 0 Huddersfield Town
Leicester City 0 – 1 Cardiff City
Tottenham Hotspur 1 – 3 Wolverhampton Wanderers
Watford 1 – 1 Newcastle United
Liverpool 5 – 1 Arsenal
Crystal Palace 0 – 1 Chelsea
Burnley 2 – 0 West Ham United
Southampton 1 – 3 Manchester City