Manchester United er virðismiklasta ítróttarfelagið í heiminum

Tað skrivar kenda amerikanska blaðið, Forbes Magazine. Real Madrid er nummar tvey, meðan Barcelona og Arsenal eisini eru millum tíggju tey virðismiklastu.

 

Tað gekk ikki heilt eftir ætlan hjá Manchester United í farna kappingarári. Grannarnir úr Manchester City fóru avstað við enska meistaraheitinum, meðan felagið ikki megnaði at vinna seg víðari úr bólkaspælinum í Champions League.

 

Uttanfyri vøllin gongur tó væl, um ein skal trúgva upp á Forbes Magazine. Sambært teimum hevur Manchester United eitt virðið upp á ikki minni enn 13,6 milliardir krónur. Tað er meiri enn nakað annað ítróttarfelag í heiminum.

 

Manchester United hevur sambært eini kanning, sum felagið hevur gjørt, so hevur felagið 659 milliónir viðhaldsfólk kring heimin.

 

Nummar tvey á listanum er Real Madrid, sum verður mett at hava eitt virðið á 11,4 milliardir krónur. Tað er 19% minni Manchester United.

 

Serliga væl stendur til í amerikanskum fótbólti. Sjónvarpsrættindini tryggja feløgunum nógvar pengar og øll 32 feløgini eru at finna í top 50 listanum. Ovast av teimum er Dallas Covboys, sum hevur ein framúr leikvøll, ið tryggjar teimum stórar inntøkur omaná.

 

Baseball hevur saman við fótbóltinum sjey feløg í part á listanum, meðan Kurvabóltur og Formula 1 hava tvey feløg í part á listanum.

 

Top 10 listin:

 

1. Manchester United: 13,6 milliardir krónur

2. Real Madrid: 11,4 mill

3. New York Yankees: 11,2 mill

3. Dallas Covboys: 11,2 mill

5. Washington Redskins: 9.48 mill

6. Los Angeles: 8.51 mill

6. New England Patriots: 8.51 mill

8. Barcelona: 7.96 mill

9. New York Giants: 7.90 mill

10. Arsenal: 7.84 mill