Manchester United hevur fingið sín mann

Premier League: Franskur heimsmeistari hevur sagt fravæl í Real Madrid

Tað hevur leingi ljóðað, at Manchester United er í holt við at keypa franska heimsmeistaran, Raphael Varane. 28 ára gamli miðverjin hevur nú kunngjørt, at hann er á veg til Manchester United.

 

Fyrr í vikuni skrivaðu bæði Real Madrid og Manchester United, at feløgini eru komin ásamt um ein prís. Nú hava miðverjin og Manchester United arbeitt við at fáa skiftið endaliga upp á pláss. Nú boðar miðverjin sjálvur frá, at hann er á veg til Old Trafford at spæla fótbólt.

 

Raphael Varane er ein væl lýddur miðverji, sum hevur verið partur av miðverjin hjá Real Madrid, ið hevur vunnið millum annað trý Champions League heiti og tríggjar ferðir vinnari av La liga. Hann bleiv eisini heimsmeistari við Fraklandi í 2018.

 

Prísurin sigst liggja í undirkantinum av 400 milliónum. Undan honum er Jadon Sancho kom til frá Borussia Dortmund fyri beint yvir 600 milliónir krónur.