Manchester United í spentari støðu

Síðsti dysturin í Champions League-bólkaspælinum verður lagnudystur fyri Manchester United

Átta dystir eru spældir í 5. umfari í Champions League í dag.

 

Í einum heldur keðiligum dysti á Old Trafford endaði uppgerðin ímillum Manchester United og PSV 0-0. Samstundis, í sama bólki, vann Wolfsburg 0-2 á útivølli ímóti CSKA Moskva. Hetta merkir, at víðari luttøkan hjá United úr bólkaspælinum er alt annað enn tryggjað. Í sætta og seinasta umfari tekur Wolfsburg ímóti United. Vinnur United ikki hendan dystin samstundis sum PSV vinnur sín dyst ímóti CSKA Moskva, sum onki hevur at spæla fyri í seinasta dysti, so kemur United ikki víðari úr bólkaspælinum.

 

Í Torino eydnaðist tað Juventus at basa Manchester City. Sum so mangan áður, so vann italska heimaliðið við eyðkenda úrslitinum, 1-0. Málið skoraði Mario Mandzukic. Úrslitið hevur tó ikki størri ávirkan enn so, at bæði hesi liðini koma víðari úr bólkaspælinum.

 

Í kvøld var eisini áhugavert, at svenska tjóðarhetjan, Zlatan Ibrahimovic, gjørdi comeback á heimabeitinum í Malmø. Zlatan og liðfelagarnir vístu tó ikki nakra sum helst náði fyri sviðunum, og knústu parísararnir Malmø heili 0-5. Zlatan Ibrahimovic skoraði eitt av hesum málum.

 

Úrslitini og støðurnar í bólkunum hjá teimum liðum, sum hava verið í dysti í kvøld, síggjast niðanfyri.

 

Bólkur A:

Malmø FF - PSG 0-5

Shakhtar Donetsk - Real Madrid 3-4

 

Støðan:

Real Madrid 13 stig

PSG 10 stig

Shakhtar Donetsk 3 stig

Malmø FF 3 stig

 

Bólkur B:

CSKA Moskva - Wolfsburg 0-2

Manchester United - PSV 0-0

 

Støðan:

Wolfsburg 9 stig

Manchester United 8 stig

PSV 7 stig

CSKA Moskva 4 stig

 

Bólkur C:

FC Astana - Benfica 2-2

Atletico Madrid - Galatasaray 2-0

 

Støðan:

Atletico Madrid 10 stig

Benfica 10 stig

Galatasaray 4 stig

FC Astana 3 stig

 

Bólkur D:

Borussia Mønchengladbach - Sevilla 4-2

Juventus - Manchester City 1-0

 

Støðan:

Juventus 11 stig

Manchester City 9 stig

Borussia Mønchengladback 5 stig

Sevilla 3 stig