Manchester United tapti í kvøld móti Ajax og Ryan Giggs kom ikki á vøllin til sín dyst nummar 900. Tað ljóðar sum ein minni góður dagur fyri Sir Alex Ferguson og hansara menn, men liðið kom víðari samanlagt og tað er væl alt sum telur.
Manchester United tók í kvøld ímóti Ajax í 1/16 finaluni í Evropa League á Old Trafford. Enska meistaraliðið vann fyrra dystin 2-0 og kom á odda tíðliga í dystinum í kvøld. Dimitar Berbatov legði bóltin fyri føturnar á Javier Hernandez, sum skoraði.
Ajax minkaði um samlaðu støðuna stutt fyri hálvleiki. Tá so Ajax tríggjar minuttir fyri tíð aftur skoraði, skuldu teir bara hava eitt afturat fyri at koma víðari. Tað endaði tó við einum samanlagdnum sigri á 3-2. Í næsta umfari er mótstøðan Athletic Bilbao.
Ryan Giggs kom ikki á vøllin og spældi sostatt ikki sín dyst nummar 900 fyri Manchester United á hesum sinni.