Manchester United vildi síggja Marjus

- Mathias ringdi til mín og segði, at nú var tað álvari. Manchester United vildi sleppa at síggja Marjus. Teir vildu hava føðingardag, longd og vekt, og hetta varð sent beinleiðis til Manchester United, greiðir Torleif Nón frá. Hann er pápi at einans 9 ára gamla Marjus Nón úr Rituvík, sum fyri góðari viku síðani var og royndarvandi við Manchester United.

Tað er blikalogn og sólin er um at seta í Rituvík. Børnini, sum spæla sær uttandura í dýrdarveðrinum, eru einamest savnað á lítla sparkivøllinum, sum liggur væl fyri á stórum spæliøki í bygdini. Ímillum børnini er 9 ára gamli Marjus Nón, sum júst er afturkomin til Føroya at spæla saman við hinum børnunum. Hann hevur verið á uttanlandsferð í Onglandi. Nærri nágreiniliga í stórbýnum Manchester, har boð vóru eftir honum úr sjálvasta Manchester United.
Evnini hjá hesum lítla vinstrabeinta bóltsnillinginum eru eyðsæð, og tað var ikki av tilvild, at talentleitari úr Bayern München vísti stóran áhuga í honum og seinni tryggjaði honum royndarvenjing í Manchester United.
Marjus er úr góðum bergi brotin. Hann er nevniliga ikki fyrsti bóltsnillingur úr Rituvík, men nógv bendir á, at hesin lítli og lættbeinti drongurin hevur serliga góð evni. Undan honum hava gingið leikarar sum Ian Højgaard, brøðurnir Sonni og Helgi L. Petersen umframt trímenningurin og stóra fyrimynd hansara, málrevurin Klæmint A. Olsen.

Byrjaði tíðliga
Errin sessast Marjus við køksborðið í Manchester United-klæðum, sum hann hevur fingið frá siðvanda enska stórfelagnum eftir at hava verið til royndarvenjing har í nakrar dagar. Hann er smæðin, og tó – hann er ikki ov smæðin til at sláa fast alt fyri eitt, at hann heldur við Liverpool. Pápin tekur við og fer at hugleiða um hvussu alt byrjaði.
- Honum hevur altíð dámt væl at spælt bólt. Frá tí at hann dugdi at ganga, sigur Torleif Nón, sum eisini er Liverpool-fjeppari.
- Hann hevur góðar tekniskar førleikar og hevur altíð verið kvikur. Hann dugir væl at hugsa fótbólt, hevur hørð skot og skeyt eini 40-50 mál síðsta kappingarár, sigur Torleif, sum ikki sigur seg hava gjørt nakað serligt fyri at menna Marjus fyri at vera so frammarliga í fótbólti, sum hann í mun til sín aldur er.
- Als ikki. Hann er øgiliga nógv á vøllinum, og tað er tí at honum dámar tað. Annars er hann sum øll onnur børn, sigur hann.

Tilgongdin
Tað eru skjótt tvey ár síðani, at foreldrini, Torleif og Sigrun, á fyrsta sinni koyrdu Marjus í fótbóltsskúla á Toftum. Hetta var á sumri 2012 og var Marjus tá bara sjey ára gamal. Avgerðin hjá foreldrunum skuldi vísa seg at lata nakrar dyr upp longu eftir fyrstu venjingina.
- Tá ið eg fór eftir Marjusi, kom Mathias Davidsen, ein av venjarunum, til mín og segði, at hann var eitt talent. Hann segði mær, at hann metti hann vera ógvuliga kvikan, hann dugdi væl at hugsa og skeyt hart við vinstra beini, greiðir Torleif frá.
Eina tíð seinni var NM-kapping í Gundadali fyri væl eldri leikarar, men leikarar í 7-8 ára aldri vóru eisini bodnir við til eina lætta venjing og sýnast fram fyri talentleitarum, sum vóru í Føroyum í sambandi við kappingina.
- Eftir venjingina kom ein maður til okkara. Hann peikaði á Marjus og segði, at hetta var eitt ordans talent og ein framtíðar miðvallari. Talentleitarin spurdi Marjus, um hann kendi Bastian Schweinsteiger og Mario Gomez. Talentleitarin erpaði sær av, at hann hevði fingið teir til Bayern München, greiðir Torleif víðari frá.

United upp í leikin
Mathias Davidsen hevur staðið fyri víðari samskiftinum við talentleitaran. Tað var eftir øllum at døma neyðugt, tí hesin týski talentleitarin vísti Marjusi stóran áhuga. Og rætt var, tí stutt undan jólum í fjør komu boð úr útlandinum.
- Mathias ringdi til mín og segði, at nú var tað álvari. Manchester United vildi sleppa at síggja Marjus. Teir vildu hava føðingardag, longd og vekt, og hetta varð sent beinleiðis til Manchester United. Teir vildu hava hann yvir og síggja hvussu støðið hjá honum var í mun til aðrar leikarar, sigur Torleif.
Torleif, Marjus og nakrir vinmenn hjá Torleifi høvdu frammanundan lagt ætlanir um at fara á Anfield Road at hyggja eftir Liverpool, og teir fingu lagt tað soleiðis til rættis, at teir fingu flættað henda túrin saman við royndarvenjingina hjá Marjusi. Manchester United lovaði at gjalda munin, sum tað kostaði at broyta ferðaseðlarnar.

Hildu tað loyniligt
Foreldrini at Marjusi hildu tað at byrja við loyniligt fyri Marjusi, at hann eisini skuldi venja við Manchester United á ætlaðu ferðini til Liverpool. Tey stúrdu fyri, hvat hann fór at siga, tá ið tey fáar dagar undan fráferð fortaldu honum tað, men:
- Hann bleiv øgiliga spentur. Tað ringasta hjá honum var, at mamman ikki kom við, og hann ætlaði at samla fløskur fyri at fáa mammuna við, flennur mamman, sum eisini fekk eitt lítið skeld frá soninum fyri at vera somikið spent og hava Manchester United nógv á tungu.
- Mamma, hví tosar tú bara um Manchester United? Eg haldi við Liverpool, segði hann við mammuna, sum bara flennir eftir hendingini, og annars letur pápan um tað mesta viðvíkjandi fótbóltinum.
- Tað er hann, sum er so spentur við fótbóltinum, sigur Sigrun.

Í stjørnanna fótasporum
Hósmorgunin í undanfarnu viku upprann dagurin, ið Marjus hevði glett seg til. Hann møtti á The Cliff Training Ground hjá Manchester United, har hann fekk venjingarbúna og rann á vøllin at venja við einum av heimsins størstu feløgum. Á hesum sama vølli eru David Beckham, Paul Scholes, Ryan Giggs og aðrir frá gylta 90-ara liðnum uppaldir.
Enska málið var ein forðing hjá Marjusi, men hann varð væl móttikin og fall betur til rættis tá ið leikarar róptu á hann um at spæla til sín. Hóast strangliga bannað, so fekk pápin undantaksloyvi at ganga á vøllinum og umseta. Tað gekk tó lættliga og Marjus stillaði seg bara aftarliga í røðina, soleiðis at hann kundi síggja hvussu hinir gjørdu.
- Tað vóru nógv spøl, sum umráddu at spæla saman og at skjóta á mál. Venjingarnar endaðu við innanhýsis dysti, greiðir Torleif frá.
Serliga í tí eina venjingardystinum, sum var á graslíki í eini fótbóltshøll, gjørdi Marjus vart við seg. Hann skeyt heili fimm mál. Seinni, tá ið spælt varð uttandura, legði hann upp til tvey mál.
- Hann spældi fyrst á høgra vongi, men varð síðani fluttur á vinstra vong, har hann riggaði betur. Hann er kvikur og hevur evni at koma aftur um verjuna og síðani leggja innfyri, vísir pápin á.
Eftir royndarvenjingina søgdu venjararnir, at teir mettu Marjus vera ein góðan leikara, men annars vórðu ikki nærri ætlanir lagdar um framtíðina meiri enn tað, at felagið hevur tryggjað sær, at Mathias Davidsen skal halda fram við at venja hesar serliga evnaríku smádreingirnar og at eyga annars verður hildið við teimum.

Umhugsa møguleikan
Undir samrøðuni merkist, at pápin er ógvuliga fegin upplivingarnar hjá Marjusi og bjart spáddu framtíð hansara, meðan mamman – hóast eisini fegin – vigar ímóti við størri spurningum. Nú er teimum frítt at práta, tí undir samrøðuni er Marjus farin á dyr við bólti í hondini.
- Viðhvørt hugsi eg, um hann klárar hetta trýstið. Hann er so ungur, heldur Sigrun.
Vit seta foreldrunum stóra spurningin, um tey eru til reiðar at ríva teltpelarnar úr tryggu heimajørðini í Rituvík og fara við Marjusi á eitt ævintýr uttanlands.
- Eg meti ikki, at vit fara nakran veg meðan hann er 10 ella 11 ára gamal, men um hann gerst 12 og áhugi framvegis er úr útlandinum, so fari eg í øllum førum at umhugsa tað, sigur Torleif áðrenn konan fær seinasta orðið.
- Hann má vera klárur til tað. Ein kann ikki leypa avstað við báðum beinum, sigur Sigrun at enda.