Manchester United tapti og letur City gullið

Manchester City er enskur meistari, eftir at Manchester United tapti 1-2 móti Leicester í Premier League.

Leicester-spælarar fegnaðust, tá teir vunnu á Manchester United 2-1 og samstundis sendur meistaraheitið til Manchester City. - Foto: Dave Thompson/Reuters

Manchester City tryggjaði sær í kvøld enska meistaraheitið fyri sjeyndu ferð í søgu felagsins.

Tað hendi, uttan at City-leikararnir vóru á vøllinum, tá nærmastu kappingarneytarnir úr Manchester United taptu 1-2 móti Leicester. Harvið kann United ikki longur fáa city aftur, sum er tíggju stig framanfyri, nú trý leikumfør eru eftir.

Meðan meistaraheitið nú er avgjørt, er enn spenningur um topp-4, sum gevur atgongd til Champions League komandi kappingarár.

Sigurin hjá Leicester merkir, at Kasper Schmeichel og teir rykkja upp á triðapláss við tveimum stigum niður til Chelsea og átta stigum til West Ham.

Bæði Chelsea og West-Ham hava tó spælt ein dyst færri.

/ritzau/

 

 

 

 

 

Leicester-spælarar fegnaðust, tá teir vunnu á Manchester United 2-1 og samstundis sendur meistaraheitið til Manchester City. - Foto: Dave Thompson/Reuters