Við brotssparki eitt gott korter fyri tíð sendi Wayne Rooney Premier League steypið til Old Trafford. 12. meistaraheitið hjá Sir Alex Ferguson er veruleiki, samastundis sum Manchester United samanlagt yvirhálar Liverpool við 19. Meistaraheitinum. Tað er sjáldan at Sir Alex Ferguson mistekur seg, men tað var hvat hann gjørdi, tá hann gav Tomasz Kuszczak møguleikan í málinum leygardagin. Hann var líka við at verða orsøkin til, at meistaraheits ballið var útsett. Frá fyrsta bríksli tóktist hann ótryggur og tað var um reppi, at Blackburn kom á odda eftir feili frá honum. Í hinum endanum stútaði Nani á tvørstongina. Tá fyrri hálvleikur var tjúgu minuttir gamal, tá gekk gali og Brett Emerton kundi sparka eitt innlegg í kassan.
Wayne Rooney hetjan
Ikki fyrr enn eitt korter restaði í kom forloysandi løtan hjá øllum Manchester United viðhaldsfólkunum. Javier Hernandez fer tvísporandi móti baklinjuni, meðan Blackburn málverjin kemur í móti vil fullari ferð. Tað endar við at Javier Hernandez fer umkoll og dómarin sigur brotsspark. Brotssparkið umsetur Wayne Rooney trygt og so kann veitslan byrja. Bæði Blackburn og Manchester United vóru nøgtir við eitt stig og dómarin kundi eins væl havt bríkslað dystin av tá.
Nummar 19
Á áskoðaraplássunum vóru fleiri skelti við 19 talinum á. Sipað var til at hetta er 19. Meistaraheitið hjá felagnum og tað er eitt fleiri enn arvafíggindarnir úr Liverpool. Sir Alex Ferguson hevur enn eina ferð prógvað, at hann er klárt besti venjarin í enskum fótbólti. Manchester United er vaksið við uppgávuni og sum tíðin hevur gingið er spælið blivið betri og betri. Fyri einum hálvum ári síðani hevði fáur givið Manchester United ein møguleika móti Barcelona, men í dag er støðan ein heilt onnur.
Tottenham í Evropa League
Sunnudagin var Tottenham á vitjan á Anfield í einum dysti um hvør skal røkka seinasta Evropa League plássinum. Tottenham misti í farnu viku møguleikan fyri Champions League fótbólti komandi ár, men hesa ferð kiksaði ikki. Rafael Van der Vaart legði Tottenham á odda longu eftir níggju minuttir. Liverpool hevur ikki verið at kent aftur síðani Kenny Dalglish tók við um ársskiftið, men sunnudagin var lítið veiggj í liðnum. Mønustingurin hjá Liverpool kom tá fyrrvernadi Everton leikarin, Steven Pienaar, var feldur í Liverpool brotsteiginum. Luka Modric umsetti til mál og sendi Tottenham á Evropa League kós.
West Ham fluttir niður
West Ham skal komandi ár spæla í næstbestu deildini, eftir at teir taptu 3-2 fyri Wigan í einum botnbraki. West Ham kom annars á odda bæði 1-0 og 2-0 í fyrra hálvleiki. Men sum tíðin gekk kom Wigan fyri seg og tað endaði við Charles N’Zogbia kundi tryggja Wigan sigurin í evstu løtu. Eftir dystin kom fram, at Avram Grant er koyrdur sum venjari og tað er sannlíkt at leikarar sum Scott Parker ikki halda fram í felagnum.
Spennandi botnstríð
Meðan spenningurin í oddinum er fokin, so er stórur spenningur í botninum. Fimm lið eru í niðurflytingarvanda nú eitt umfar er eftir. Blackburn Wolverhampton, Blackpool, Birmingham og Wigan berjast um at sleppa undan teimum báðum niðurflytingarplássinum.
Fyrsta steypið í 35 ár
Manchester City vann leygardagin FA Cup finaluna móti Stoke. Manchester City var omaná allan dystin og vann uppiborið. Einsamalla málið skoraði Yaya Toure seint í seinna hálvleiki. Tað sást greitt, at sigurin hevði nógv at siga fyri viðhaldsfólkini hjá Manchester City, sum ikki hava vunnið nakað í góð 35 ár. Umframt at vinna FA Cup, so hava teir ljósabláu eisini tryggja sær eitt Champions League pláss komandi ár.