Fleiri feløg í Onglandi hava áhuga í at gera sáttmála við liðskiparan á franska landsliðnum, Patrick Viera, sum ikki klárar so væl upp við Inter-venjaran, José Mourinho. Sambært BBC er Manchester City fyrsta valið hjá Patrick Viera. Patrick Viera samstarvar væl við fyrrverandi Inter-venjarin, Roberto Mancini, sum nú er venjari hjá Manchester City.
Patrick Viera var tann fyrsti spælarin, sum Arsenal-venjarin, Arsene Wenger gjørdi sáttmála við afturi í 1996, og spældi Viera við The Gunners fram til 2005, tá hann skrivaði undir sáttmála við Juventus. Viera spældi meir enn 400 dystir við Arsenal, har hann vann trý meistaraheiti og fýra steypakappingar. Í 2006 skrivaði Viera sáttmála við Inter. Viera hevur vunnið italska meistaraheitið við Mancini, sum venjara, bæði 2007 og í 2008.
Arsene Wenger hevði eitt ynski um at fáa Viera aftur til Arsenal, áðrenn hetta kappingarárið byrjaði, og hann heldur, at Viera kann gerast ein týdningarmikil spælari í Premier League.
- Patrick hevur tørv á at sleppa at spæla. Eg eri ovfarin av áhuganum hjá Manchester City, tí tað hava verið onnur feløg, sum hava boðið honum sáttmála. Men eg haldi, at hetta er ein góður møguleiki hjá honum. Eg vænti, at hann fer at verða ein framúrskarandi spælari í Premier League. Hann hevur verið skaddur í næstan fýra mánaðir nú, og dystir í Premier League høvdu gjørt góðan mun, áðrenn HM-endaspælið í summar, sigur Arsene Wenger við BBC.