Seinastu tíðina hava nógvar leysasøgur gingið um, at kroatiski Mario Mandzukic fer at skifta til nýtt felag, hóast tað bara er eitt ár síðani, at hann skrivaði undir við Atletico Madrid. Og nú vísir tað seg, at hald er í leysasøgunum.
Tað verður italienska Juventus, sum eftir øllum at døma verður nýggja felagið hjá kroatiska framherjanum. Felagið hevur lagt mynd, sum sæst í greinini, og hendan tekstin út á Twitter:
- Mario Mandzukic er lendur í Torino. Vælkomin Mario, verður skrivað á Twitter-síðuni hjá Juventus.
Leikarin skal ígjøgnum obligatorisku læknakanningina, sum ikki plagar at vera ein trupulleiki hjá teimum flestu. Keypsupphæddin sigst at vera umleið 135 milliónir krónur.
Hetta er triðu ferð upp á fýra ár, at Mandzukic skiftir felag. Í 2012 skifti kroatin frá týska Wolfsburg til Bayern, í fjør skifti hann til spanska Atletico Madrid, og nú verður tað so í italienska Juventus, at stóri áleyparin skal royna at skjóta mál. Áhugavert er, at Bayern, Atletico og Juventus øll hava tað til felags, at tey hava keypt Mandzukic stutt eftir, at tey hava tapt eina Champions League-finalu.