Tað er næstan lívslangur lærdómur at gerast góður telvari. Møguleikarnir í spælinum eru endaleysir, og støðurnar tykjast altíð verða nýggjar og øðrvísi enn tær undanfarnu.
Ímynda tær so fløkjuna, tá ið fýra telvarar skulu dystast á sama talvborði.
Soleiðis eru treytirnar í fýrtalvi. Hetta spælið verður ikki nógv brúkt, men tað hevur verið spælt her á landið frá gamlari tíð, og spælið sjálvt er aldargamalt.
Í fýrtalvi eru tað ? sum navnið gevur ábendingar um ? fýra fólk, ið telva á sama borði samstundis. Hvør telvari hevur sítt fólk, og so verður lopið á frá fýra síðum, og telvararnir skiftast um at flyta.
Tað eru helst ávísar bygdir, sum eru kendar fyri fýrtalv. Millum annað Kvívík, Kollafjørður og Fuglafjørður, men spælið hevur ivaleyst verið breitt út um alt landið.
Eingin má tosa
Eina ferð um árið hittast fýra mans til at spæla fýrtalv. Tað er vorðið traditión millum teir, at teir á hvørjum heysti taka eitt talv á tí sermerkta og nakað størri talvborðinum, sum kann hýsa tvífalt so nógvum talvfólki sum vanligt. Á talvborðinum, sum er ætlað fýrtalvi, eru tríggir eyka røðir av puntum á hvørjari síðu at spæla á.
Hans Jákup Petersen, Hanus Joensen, Gunnar Joensen og Niclas Joensen hava allir telvað í Kollafjarðar Talvfelag, og tað var har, at teir fyri nógvum árum síðani av fyrstan tíð royndu fýrtalv. Teir hava seinastu árini havt tað sum fastan tátt, at telva fýrtalv einaferð á heysti.
? Hetta er eitt nokk so fløkt spæl, og tað er best, um telvararnir eru nokk so javnt góðir, sigur Hanus Joensen.
Tveir telvarar eru í hvørjum parti, og so ræður um at seta hinar út av spælinum.
? Tú skalt royna at finna eitt felags stev við tann, sum telvar saman við, men tað skalt tú gera uttan at tosa. Tað verður tikið sera alvorligt, um onkur fer at tosa tvørtur um borðið um sjálva telvingina, sigur hann.
Ræður um at vera varin
Mannagongdin í fýrtalvi er mest sum tann sama sum í vanligum talvi. Onkur smærri undantøk eru frá vanligu reglunum, men tað er einki sum kollveltir sjálvt spælið.
? Í fýrtalvi mást tú verða sera varin við hvørjum einasta leiki. Tað skulu tríggir aðrir telvarar flyta, áðrenn tú sleppur at flyta aftur, so tú mást hugsa teg væl um, tá ið tú skal flyta. Um tú ikki ert ansin, so verður tú beinan vegin um ein háls, sigur Hanus Joensen.
? Men tað er stuttligt at spæla fýrtalv, tí tað er nakað øðrvísi enn vanligt talv, og tað krevur nógv av telvarunum.
? Tað er skjótt at koma at standa fastur, og so má viðspælarin hjá tær klára restina av telvingini ímóti tveimum mótstøðumonnum.
Tekur langa tíð
Fýrtalv kann gerast rættiliga drúgvt, um tað ikki verður telvað við klokku.
Hanus Joensen veit eina søgu úr Kvívík, har menninir, sum telvaðu fýrtalv, fóru til Íslands til skips og løgdu talvið niður. Fólkið var standandi á talvborðinum, og tá ið teir komu heimaftur av túrinum tóku teir talvið uppaftur.
? Vit hava tó tikið klokku í brúk, so at hvør telvari hevur ein tíma til hvørt talvið. Á tann hátt verður tíðin avmarkað, og sama talv varir ikki alt kvøldið og alla náttina, sigur Hanus Joensen.
Tað verður við hvørt tikið til, at mangir eru leikirnir í longum talvi, og tá verður ikki hugsað um fýrtalv. Í fýrtalvi er fløkjan stór, avbjóðingin krevjandi, men stuttleikin stórur.
Og har eru sanniliga mangir leikir.