- Í mun til heimin annars liva vit í einum materiellum smørhøli, hóast ójavna og trong kor hjá summum okkara. Tí kann tað vera ilt at skilja støðuna hjá svøltandi og hungursraktum børnum í Yemen, Afganistan, Sýria og aðrastaðni.
Á sínari Facebook-síðu vísir borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen á, at tað altíð finnast orsøkir til vanlukkuligar støður.
- Hesar kunnu vera politiskar, hernaðarligar ella aðrar, men tíbetur finnast millumtjóða felagsskapir, sum lyfta seg upp um tað ævinliga kjakið um, hvør hevur ábyrgdina fyri ringu støðuni - líkamikið hvar, og hvør hon er.
Tórbjørn Jacobsen skrivar, at Reyði Krossur er ein av felagsskapunum, sum megnar at halda fokus á avleiðingunum og strembar eftir at bøta um, har tað krevst.
- Føroyski parturin av felagsskapinum hevur riggað sera væl, og hann hevur eisini megnað at fáa tað til eina fólkasak at hjálpa neyðstøddum børnum og vaksnum kring um í heiminum.
Borgarstjórin vísir á, at 3. flokkur í Glyvra skúla í nakrar dagar hevur sett sjóneykuna á avbjóðingarnar hjá hungursraktum mannabørnum kring um heimin, og í morgun seldu tey rugbreyðstvíflísar fyri at hjálpa Reyða Krossi at hjálpa.
- Hetta var væl fyriskipað; tey kendu søguna, og meðan vit gjørdu okkum at góðum, kom eigarin og stjórin í ravmagnsfyritøkuni Elcon, Karsten Joensen, á gátt, og handaði stuðlandi flokkinum ein kekk frá felag sínum á 10.000 krónur.
Karsten Joensen segði eisini nøkur orð við høvið, og Tórbjørn Jacobsen sigur, at hetta var ein góð løta.
- Í Oyndarfjarðar skúla hava tey í eina tíð virkað við sama átaki, og seinnapartin í morgin halda tey eina almenna løtu hesum viðvíkjandi, skrivar borgarstjórin í Runavíkar kommunu á sínari Facebook-síðu í dag.
##med2##