Bylgjurnar ganga høgt, eftir at landsstýrið hevur boðað frá, at tað arbeiðir við at gera tað møguligt hjá føroyskari vinnu at fáa útlendska arbeiðsmegi til landið, hóast nógv fólk ganga arbeiðsleys.
Í løtuni er eitt mark fyri, nær arbeiðsmegi úr Europeiska Samveldinum (ES) kann koma til landið at arbeiða. Er arbeiðsloysið í Føroyum hægri enn 3,5 prosent, ber ikki til at fáa ES-borgarar til Føroya at arbeiða. Og í løtuni er arbeiðsloysið í Føroyum umleið 5,5 prosent.
Hetta halda arbeiðsgevararnir verða so avmarkandi, at tað gongur út yvir vøksturin í samfelagnum. Orsøkin er, at ávísar vinnugreinar mangla faklærd fólk, og tá nyttar ikki at fara at leita millum tey arbeiðsleysu, sum í stóran mun eru ófaklærd. Tí má vinnan hava møguleikan at senda boð eftir útbúnari útlendskari arbeiðsmegi, tá ið tørvur er á tí.
Samtak, sum umboðar 8000 løntakarar, heldur hinvegin, at tað er at halda tey arbeiðsleysu fyri gjøldur, um 3,5 prosent markið nú skal avtakast, samstundis sum eini 1500 føroyingar ganga arbeiðsleysir. Men møguliga kunnu onkur undantøk gerast fyri háspecialiseraða arbeiðsmegi.
Mangla skikkað fólk
Landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur sagt við Útvarpið, at landsstýrið arbeiðir við at endurskoða treytirnar fyri, nær útlendsk arbeiðsmegi kann koma til landið, og landsstýrismaðurin í vinnumálum var avgjørdur, tá ið hann segði við Útvarpið, at 3,5 prosent markið átti ongantíð at verið komið og eigur at verða avtikið aftur.
Hetta er eisini sjónarmiðið hjá Vinnuhúsinum, sum umboðar stóran part av føroyskum vinnulívi. Har halda tey, at tað gongur út yvir vøksturin í samfelagnum, tá tað ikki ber til at fáa útlendska arbeiðsmegi til landið.
- Fjórða hvør byggifyritøka metir, at atgongd til skikkaða arbeiðsmegi er ein avmarking fyri teirra virksemi. Trupulleikin er, at tann arbeiðsmegin, sum er arbeiðstøk í løtuni, ikki passar til tann eftirspurning, sum arbeiðsgevarar hava. Tí er neyðugt at hava meira smidligar reglur fyri, hvussu skikkað útlendsk arbeiðsmegi kann koma til Føroya, sigur Vinnuhúsið.
Víst verður á, at tað nyttar lítið, at ein byggifyritøka í Havn hevur tørv á elektrikarum, meðan ófaklærd eru tøk aðrastaðni í landinum.
- Atgongd til skikkaða arbeiðsmegi er altavgerandi, um føroyskar fyritøkur og føroyska samfelagið skulu mennast. Væl útbúnir útlendingar, ið koma til landið, eru við til at skapa vøkstur og vælferð í Føroyum, sum bæði vinnulív og samfelag njóta gott av.
- Um reglurnar fyri at fáa skikkaða útlendska arbeiðsmegi til Føroya eru ov avmarkandi, gongur tað út yvir vøksturin í samfelagnum sum heild, og tað hevur eingin áhuga í. Ætlanin er als ikki at lata slúsurnar upp, men at geva føroyskum fyritøkum møguleika at vaksa við at kunna seta væl kvalifiseraða arbeiðsmegi, sum ikki finst her á landi frammanundan, í starv, sigur Vinnuhúsið, sum mælir til, at 3,5 prosent markið verður avtikið.
Heldur undantøk
Samtak, sum umboðar einar 8000 løntakarar, vil ikki hoyra talan um, at 3,5 prosent markið skal avtakast, men hinvegin kundi Samtak tikið undir við, at onkur undantøk vóru gjørd frá hesari reglu.
- Um tað veruliga er so, at tað eru nøkur fá fólk við serligum førleikum, sum mangla í ávísum vinnum her á landi, kundi hetta verið loyst við at gjørt undantøk frá regluni um útlendska arbeiðsmegi, men generella markið skal ikki takast burtur, sigur Sonja Jógvansdóttir, samskipari hjá Samtak.
- Eg rokni við, at 95 prosent av størvunum í Føroyum kunnu mannast við føroyskari arbeiðsmegi, men verður 3,5 prosent markið avtikið, so er vanda fyri, at partar av vinnuni fara at taka bíligari útlendska arbeiðsmegi fram um ta føroysku, og tað er eingin orsøk at geva teimum møguleika til tað, sigur hon.
Sonja Jógvansdóttir vísir á, at flestu av útlendingum, sum eru komnir til landið, átaka sær ófaklært arbeiði sum at vaska, arbeiða í fiski ella at verða umborð á skipum.
- Hava vit brúk fyri serliga útbúnari arbeiðsmegi, skal tað bera til at fáa hesa til landið, og vit eiga eisini at verða nógv betur til at brúka førleikar og útbúgvingar hjá útlendingum, sum koma til Føroya. Ofta vilja vit ikki hava tey í faklærd størv, tí tey ikki hava tikið eina útbúgving her á okkara leið, sigur hon.